Sundshálsur - Syðradalur

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Sundshálsur-Syðradalur
    Lætt er at ganga gøtuna niðan á Reiðskarð, har tað er sera vakurt rundan um tjørnina. Mynd: Óli Gardshorn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Sundshálsur-Syðradalur
    Nógv havnafólk njóta at ganga túrin fyrsta strekkið frá Sundshálsi og niðan á Reiðskarð, ið er ein lætt atkomiligur túrur við sera vøkrum útsýni. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2020-05-08-sundshalsur-sydradalur-107-img-0014-jpg
    Gøtan, sum Norðradalsmenn gjørdu til tess at fáa fyrsta traktorin oman til Syðradals. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2020-05-08-sundshalsur-sydradalur-110-img-0019-jpg
    Mynd: Óli Gardshorn
  • sy-radalur-alessio-mesiano-jpg
    Syðradalur. Mynd: @Alessio Mesiano
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Sundshálsur-Syðradalur
    Útsýnið yvir Vágoynna úr Syðradali. Mynd: Remo Jacobs

Ein stuttur, lættur og sera vakur túrður frá ígjøgnum skørð, fram við eini tjørn, og haðani oman eftir gøtuni, sum Norðradalsmenn gjørdu til tess at fáa fyrsta traktorin oman til Syðradals

Nógv havnafólk njóta at ganga túrin fyrsta strekkið frá Sundshálsi og niðan á Reiðskarð, ið er ein lætt atkomiligur túrur við sera vøkrum útsýni.  

 

Tað er ikki eins vanligt at ganga seinna partin, oman til Syðradals, ið tó er ein góður gongutúrur. Serliga er tað ein áhugaverdur túrur, um ein víðkar rutuna norður til Norðradals og haðani aftur til byrjanarpunktið á Sundshálsi umvegis Fólkaskarð (í Norðradali kallað Syðraskarð), fyri á tann hátt at ganga rundan um Tungulíðfjall. Á tann hátt fært tú ein góðan og hampiliga langan rundtúr á uml. 12km. og 700 hæddarmetrar, ið býður uppá eina rúgvu av upplivingum. Um ein gongur hendan rundtúrin, og ikki fer oman í Norðradal, er túrurin góðar 10km. 

 

Gongutúrurin byrjar í grýtuta lendinum á Sundshálsi. Nógv fólk gongur her dagliga og nógvir smáir varðar seta sítt dám á túrin. Lætt er at ganga gøtuna niðan á Reiðskarð, har tað er sera vakurt rundan um tjørnina.  

 

Á veg oman til Syðradals verður gingið eftir gamla vegnum, sum upprunaliga verð gjørdur fyri at fáa ein traktor oman í dalin.  

 

Gingið verður oman til nýggja uppdyrkingarvegin niðan í Ovara botn. Haðani er útsýni yvir stóra dalin og bóndagarðin í Syðradali. Haðani verður so gingið gjøgnum portrið oman til høvuðsvegin.

 

Um ein ynskir at halda fram til Norðradals, skal ein fara gjøgnum portrið á høgru hond 400 metrar longur niðri, beint áðrenn ein kemur til høvuðsvegin (sí rutuna Syðradalur – Norðradalur). 

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum, men hann er lættari at ganga frá Sundshálsi. Kanska er tað eisini vakrari at ganga frá Sundshálsi og vestureftir, og haðani til Norðradals og aftur til Sundsháls, umvegis fólkaskarð.

 

Sundshálsur - Syðradalur
Syðradalur - Sundshálsur

Sundshálsur - Syðradalur

Ongin almennur bussur koyrir til Syðradals ella eftir Oyggjarvegnum.

Parkering, á Sundshálsi
Á Sundshálsi eru góðir parkeringsmøguleikar við høvuðsvegin (sí mynd) 

  • Sundshálsur-parking
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.

Syðradalur - Sundshálsur

Ongin almennur bussur koyrir til Syðradals ella eftir Oyggjarvegnum.

Parkering í Syðradali
Í Syðradali kann parkerast á parkeringsplássið ið er merkt við grønum á myndini. Av tí at parkeringsplássini ofta eru upptikin, ber eisini til at seta bilin fram við høvuðsvegnum beint við, sí grønu strikurnar á myndini. 

  • Startingpoint-Parking-Syðradalur
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Startingpoint-Parking-Syðradalur
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Sundshálsur - Syðradalur
Syðradalur - Sundshálsur

Sundshálsur - Syðradalur

Syðradalur - Sundshálsur

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
3.7 km

longd

hilltop peak icon
419 m

Hægsta stað

family icon
112 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er væl egnaður til børn saman við vaksnum. Men ansast má eftir í grýtuta lendinum
difficulty icon Miðal - Gøtan er løtt at ganga, hóast grót er rulla oman á gøtuna. Í støðum sæst gøtan ikki
terrain icon Tað er í støðum rættuliga grýtut – serliga frá Sundshálsi og niðan móti skarðinum. Men har gongur nógv fólk so har er gott at ganga. Á Syðradalssíðuni er eitt sindur bratt í støðum. Men um ein heldur seg til gøtuna, so er gott at ganga. Gøtan á Syðradalssíðuni er ikki hildin, so her liggur rættuliga nógv grót á gøtuni. Annars er lendið valla og gott at ganga á
7°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours