Tórshavn - Kirkjubøur

  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--003-jpg
    Bygdagøtan sæst týðiliga allan vegin niðan til fyrsta varðan, sum sæst ovast í miðjuni. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--007-jpg
    Uppi við tann fyrsta varðan, í 190m hædd, er vakurt útsýnið yvir Havnina, við Eysturoynni og Norðoyggjum í bakgrundini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--008-jpg
    Uppi á slættanum er vakurt og friðarligt, meðan fuglarnir samlast á vatninum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--009-jpg
    Hugnaligi túrurin yvir til Reynsmúlalág, har fólkafundirnir blivu hildnir við røðum og fólkasangi. Her er tað bert hugflogið sum setur markið... Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--011-jpg
    Grótlagaði talarastólurin í Reynsmúlalág, sum nýttur var til fólkafundirnar í 19. øld upp til 1960'ini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--016-jpg
    Tað er tætt millum varðarnar á leiðini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--017-jpg
    Á leiðini er vakurt útsýnið yvir Koltur. Í bakgrundini síggjast Vágarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--023-jpg
    Portur millum hagapartar í Kirkjubø. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--028-jpg
    Útsýni yvir fornu Kirkjubøar bygd. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-24-t-rshavn-kirkjub--030-jpg
    Gøtan niðan frá Kirkjubø. Mynd: Óli Gardshodn
  • abdellah-ihadian-1760-jpg
    Ólavkirkjan er elsta kirkja í landinum, sum enn verður brúkt. Hon varð bygd í 13. øld. Mynd: Abdellah Ihadian

Ein lættur og vakur túrur eftir gomlu bygdagøtuni, har leiðin fram við Reynsmúlalág, teir mongu varðarnir umframt góða útsýnið vestureftir móti Hesti og Koltri seta sín dám á túrin

Túrurin byrjar á krossinum, har Landavegur og Velbastaðvegur skarast. Haðan fylgir tú gøtuni oman til Sandá og bóndagarðin, har gøtan til Kirkjubøar byrjar. Far haðan niðan í brekkuna. Tá ið tú ert komin niðaná, vend tær so á og hygg oman yvir Havnina og út á Nólsoynna. Tá ið tú heldur fram, gakk um hamarsskortin Reynsmúla til Reynsmúlalág. Her eru tvey vøtn, har rytur eru um summarið. 

Gakk eftir varðunum, og tú sært á ein bergklett. Kletturin varð brúktur til uttandura fólkafundir frá 19. øld og upp í 1960-árini. Á hesum fundum vórðu røður hildnar, fosturlandssangir (skrivaðir til høvið) vórðu sungnir, og flaggað varð við Merkinum. Tað er lætt at ímynda sær, hvussu mannamúgvur hava sitið í brekkunum framman fyri hetta hásætið og lurtað eftir fólkum sum Jóannesi Patursson (1866-1946), undangongumanninum í føroysku tjóðskaparrørsluni.  Siðvenjan við fólkafundum er framvegis livandi ikki minst í Havn ólavsøkudag. 

 

Eftir Reynsmúlalág gongur gøtan suðureftir. Meðan gingið verður, njót stórbæra útsýnið yvir Sandoy, Hest, Koltur og Vágar. Sambært søgn helt ein ungur maður í Koltri, nevndur Magnus, saman við eini gentu úr Hesti. Pápi gentuna visti einki um hetta sambandið. Tá ið tað rak suður, svam Magnus frá Koltri yvir í Hest at eiga eina løtu saman við gentu síni, og tá ið rákið skifti, svam hann aftur til Kolturs. Pápi gentuna varnaðist hesar ástarfundir. Og ein dagin, Magnus kemur upp á land, stendur faðir gentuna fyri honum við øks í hendi og hóttir við at drepa hann. Magnus varð tvingaður útí aftur  og varð ongantíð sæddur aftur. Rákið tók hann við sær til havs. Søgnin sigur, at í hevnisøku tók íðan, sum verður nevnd Grísarnir, seg upp stutt eftir tað í Koltursundi, og har leikar hon í tann dag í dag.  

Tá ið tú nærkast Kirkjubø, sæst Kirkjubøhólmur, sum var fastur í oynni og bygdini. Toftirnar eftir gomul hús síggjast framvegis á hólminum. Haðan gongur gøtan oman í bygdina og endar við eitt liða einar 50 metrar úr næstu húsum.

Kirkjubøur er vøkur og hugnalig bygd, og flestu húsini eru bygd í gomlum sniði. Í bygdini er nógv, sum vert er at síggja, ikki um at tala Kirkjubømúrurin, toftirnar av gomlu dómkirkjuni, sum hildið verður varð bygd um ár 1300, Stokkastovurnar, gamli bóndagarðurin frá um leið 1350, bygdur á toftirnar av gamla biskupasætinum, og Ólavkirkjan, sum er elsta kirkja í landinum, sum enn verður brúkt. Hon varð bygd í 13. øld.

Túrurin kann verða gingin báðumegin frá. Tað er heldur lættari at ganga til Kirkjubøar.

Tórshavn - Kirkjubøur
Kirkjubøur - Tórshavn

Tórshavn - Kirkjubøur

Býarbussarnir í Havn koyra til Kirkjubøar, og teir koyra rættiliga javnan. Hygg at Leið 6 og Leið 8. Til ber eisini at leggja til rættis við at hyggja inn á her.

Parkering, Tórshavn
Góð parkeringsviðurskifti eru við stóra almenna parkeringsplássið niðri við brúnna um Sandá, sí grønu strikurnar. Haðan verður gingið eftir vegnum niðaná, fram við bóndagarðinum, til komið verður til bøgarðsportrið, sí bláu strikuna.

  • t-rshavn-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • t-rshavn-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • t-rshavn-3-png
    Grøna linjan vísir á parkering

Kirkjubøur - Tórshavn

Býarbussarnir í Havn koyra til Kirkjubøar, og teir koyra rættiliga javnan. Hygg at Leið 6 og Leið 8. Til ber eisini at leggja til rættis við at hyggja inn á her.

Parkering, Kirkjubøur
Til ber at seta bilin á almenna parkeringsplássinum niðri við havnina í Kirkjubø, tætt við kirkjuna – sí grønu strikuna. Haðan verður gingið umleið 825 m norður eftir høvuðsvegnum til rulluportrið, har bygdagøtan byrjar – sí bláu strikuna á myndini.

  • kirkjub-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Tórshavn - Kirkjubøur
Kirkjubøur - Tórshavn

Tórshavn - Kirkjubøur

Kirkjubøur - Tórshavn

Fakta

path icon
1t 20m

Tíð

path icon
5.5 km

longd

hilltop peak icon
243 m

Hægsta stað

family icon
212 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir 6 ár, saman við vaksnum. Vanligt er, at barnagarðar og skúlaflokkar ganga hesa leiðina. Eitt sindur bratt oman til Kirkjubøar, og ein skal vera eitt sindur ansin við børnum
difficulty icon Miðal -
terrain icon Eitt sindur knortlut og grýtut er at ganga niðaná úr Havnini. Er vátt í veðrinum, og nógv gongd hevur verið, kann tað vera runut í støðum. Oman fyri Kirkjubø er nakað bratt, og gøtan er nakað smøl. Annars er øll farleiðin sløtt og góð at ganga
9°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours