Víkarbyrgi - Sumba

  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-106-img-0249-jpg
    Víkarbyrgi, einaferð ein týðandi niðursetubygd, sum nú meira er eitt vakurt friðarligt avsíðis pláss. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-108-img-0251-jpg
    Tá gingið verður niðan gjøgnum bratta Moldstíggj, verður gingið tætt niðan við hamaranum, har havhestur heldur til. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-109-img-0252-jpg
    Útsýnið yvir Víkarbyrgi uppi frá Moldstíggi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-110-img-0254-jpg
    Teir eyðkendu hvítu steinarnir, sum líkjast skínandi silvur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-124-img-0277-jpg
    Frá Akslarenda, undir Spáafelli, síggjast Knúkin og Skálin. Beint eystanfyri, undir Skálini, er Blæing, sum er so kent fyri sínar stóru mongdir av hvítum steinum og gróti. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-v-karbyrgi-sumba-127-img-0283-jpg
    Útsýnið frá Akslarenda undir Spáafelli. Í bakgrundini hómast Sumba. Mynd: Óli Gardshodn

Ein vakur túrur úr friðarligu og vøkru náttúruni í Víkarbyrgi umvegis Oyrnaskarð og fram við Trøllhúsinum, alt meðan hesar eyðkendu hvítu urðarnar í Suðuroynni seta sín dám á túrin

Úr Vìkarbyrgi byrjar gongutúrurin heilt niðri við brúnna um Víkará. Gingið verður út gjøgnum haldið (lítlu rættina) og so niðan fram við ánni til hegnið, ið gleivað verður upp um.

 

Haðani verður gingið beina leið niðan á fyrstu høvdina, har fyrsti varðin stendur. Frá varðanum er sera gott útsýni yvir Víkarbyrgi, sum, áðrenn svartideyði herjaði í 1349, var av størstu bygdum. Hetta økið niðan til fossin undir Krílheyggi, við laðaðum garði fram við breiðu ánni, er sera hugnaligt. 

 

Síðani gongur tú niðan gjøgnum Moldstíggj og so beina leið niðan á Oyrnaskarð. Á leiðini niðaneftir seta tær hvítu urðarnar, sum mestsum  klæða alla fjallasíðuna eystur móti Horninum, sín serliga dám á landslagið. Hesar hvítu urðarnar eru rættiliga serstakar á eystursíðuni sunnast á Suðuroynni. Og longri suðuri, í Blæing, eru tær tiltiknar. Blæing er gamalt fyri grót, og hesin hvíti vøksturin á grótinum er kork.

 

Komin suður um Oyrnaskarð er vallað og gott at ganga tvørtur um dalin, ella Bótina, sum tað kallast. Eisini her verður gingið gjøgnum fleiri av hesum hvítu urðunum. Beint oman fyri gøtuna síggja vit eyðkenda Trøllhúsið, sum er ein kneysi, sum serliga í mjørka líkist einum veruligum trøllhúsi. Tað er heldur ikki heilt sørt, at økið sum heild kann tykjast eitt sindur gandakent.

 

Á vegnum gjøgnum dalin mugu vit gleiva upp um eitt lágt hegn. Komin suður á røðina, undir Akslarenda, verður gingið eftir varðunum, beint oman á Sumbiarvegin.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað er tó vakrari og munandi lættari at ganga ímóti Víkarbyrgi, tí tá verður túrurin vanliga byrjaður í 290 m hædd (t.e. um bilurin verður settur á landsvegnum oman fyri Sumbiar bygd).

Víkarbyrgi - Sumba
Sumba - Víkarbyrgi

Víkarbyrgi - Sumba

Einki busssamband er hagar, sum rutan byrjar í Víkarbyrgi, og oman fyri Sumba. 

Parkering, Víkarbyrgi
Góð parkeringsviðurskifti eru tætt við rættina niðast í bygdini, við brúnna tvørtur um Víkará – (grønt frámerki). Haðani gongur ein út gjøgnum portrið í rættini og fram við ánni niðaneftir (blátt frámerki).

 

  • parking-villagepath-v-karbyrgi-to-sumba-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-v-karbyrgi-2-jpg
    Parkering á Víkarbyrgi
  • parking-villagepath-v-karbyrgi-to-sumba1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað

Sumba - Víkarbyrgi

Einki busssamband er hagar, sum rutan byrjar í Víkarbyrgi, og oman fyri Sumba. 

Parkering, Sumba
Tað ber til at seta bilin frá sær oman fyri Sumba í 290 m hædd, í svinginum á høvuðsvegnum, væl áðrenn komið verður til bygdina (sí grønt frámerki). Haðani verður gingið eftir varðunum niðaneftir í beinan norðan (blátt frámerki).

  • parking-villagepath-sumba-to-v-karbyrgi-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-villagepath-sumba-to-v-karbyrgi1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • starting-point-sumba-jpg
    Byrjunarstaður í Sumba
Víkarbyrgi - Sumba
Sumba - Víkarbyrgi

Víkarbyrgi - Sumba

Sumba - Víkarbyrgi

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
2.9 km

longd

hilltop peak icon
384 m

Hægsta stað

family icon
372 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er væl egnaður fyri børn oman fyri 8 ár. Hóast vallað, so er grýtut og eitt sindur bratt í støðum
difficulty icon Miðal - Hóast vallað, so er eitt sindur bratt at ganga gjøgnum Moldstíggj oman fyri Víkarbyrgi
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur bratt niðan gjøgnum Moldstíggj
9°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours