CLOSED FOR MAINTENANCE, OPEN FOR VOLUNTOURISM- Føroyar
Closed for Maintenance varð fyrstu ferð hildið á várið 2019, sum liður í einum størri marknaðarførings átakið, ið skuldi prógvað at marknaðarføring og menning støðast best tá ið tey ganga hond í hond.
Vit bjóðaðu 100 útlendskum sjálvboðnum til Føroyar í eitt vikuskiftið í apil, at arbeiða við verkætlanum sum konningarstovur og kommunur høvdu valt út. Í flestu førum er talan um viðlíkahald av gøtukervið, men skelting, útsýnisstøð o.a. er eisini partur av arbeiðinum.
Úrslitið av arbeiðinum tað fyrsta árið var so gott, at avgerð var tikin um at halda fram við arbeiðsdøgunum, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál. Tiltaki er á várið á hvørjum árið, og vit miða eftir at hava áleið 40 Føroyningar ið taka lut árliga.
Tú ert vælkomin at fylgja við í arbeiðinum kring Føroyar á Facebook síðuni Closed for Maintenance, Open for Voluntourism – Føroyar.
KOMANDI ARBEIÐSDAGAR
Í døgunum 2. og 4. mai 2024 vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
40 føroysk sjálvboðin sleppa við til Closed for Maintenance í ár.
Tilmeldingin fyri 2024 er STONGD.
VERKÆTLANIR
FÁ MEIRA AT VITA UM ÀTAKIÐ
Nærri upplýsingar fáast við at lesa meira á ensku síðuni niðanfyri, har vit eisini hava yvirlit yvir hagtøl v.m., ella við at venda sær til Jóhan Paula Helgason, á johanp(a)visitafaroeislands.com.