UPPLÝSINGAR UM TILTAKIÐ
Arbeiðsdagarnir eru 2., 3., og 4. mai til middegi. Meldar tú teg til eina
verkætlanir á útoyggj, ella har ein einans sleppur til við báti, verður
farið frá meginøkinum mikudagin 1. mai.
GISTING OG MATUR
Tú verður boðin at gista á arbeiðsstaðnum og vit mæla til at taka av hesum
møguleika. Gistingin er við í kostnaðinum. Verkætlanarleiðarin, á tí
verkætlanini tú kemur á, vendir sær til tín hesum viðvíkjandi. Umframt
máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn leygarkvøldið 4. mai.
ALDURSMARK
Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn fyrsta arbeiðsdag fyri at
luttaka.
VERKÆTLANIR
Tá ið tú meldar teg til, fært tú høvið at ynskja tær eina verkætlan. Vit
gera alt vit eru ment at koma ynski tínum í møtið, men tað kann henda seg
at tað ikki ber til, og tú fært pláss á eini aðrari verkætlan. Vel gjarna
eina fyrstu og eina aðru raðfesting.
LUTTØKUGJALD OG TILMELDINGARFREIST
Tilmeldingin er persónlig og bindandi.
Av skattligum orsøkum verður
eitt luttøkugjald á kr. 200,- tikið.
Teir fyrstu føroyingarnir, sum
tekna seg og rinda, verða partur av arbeiðstoyminum.
VINIR
FØRLEIKAR