CLOSED FOR MAINTENANCE

Átakið verður endurtikið árliga og endamálið er at savnast, varðveita og menna eina ferðavinnu í Føroyum ið virðir náttúru, fólk og mentan.

 

Hetta er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum.  Øll øki í landinum hava javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum. Pláss er fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og vit bjóða umleið 100 sjálvbodnar útlendingum at luttaka. Umframt allar fyriskiparar, arbeiðsformenn o.a., fáa umleið 40 sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av bæði føroyingum og útlendingum.

 

Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjir veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.

“Tað gevur sera góða meining at leggja orku í at varðveita gomlu bygdagøturnar, sum okkara forfedrar reistu fyri nógvum hundrað árum síðani.” – Magni Blástein

Síðani 2019 hava 36 projektir verið við í Closed for Maintenance (25 ymisk projektir) í 11 oyggjum. Fleiri enn 500 fólk hava luttikið og tey eru komin frá 40 ymsum londum. Hetta er bert ein lítil prosentpartur av teimum 13463 fólkunum, sum hava søkt um at sleppa við til átakið. Arbeitt hevur verið í øllum veðrið og uppgávurnar hava eisini verið sera ymiskar.

Dagført 2024

 

“Hetta er nakað, sum skapar samanhald um nakað, sum vit øll eiga, og sum vit hava eina felags ábyrgd av at halda viðlíka, nevniliga føroysku náttúruna.” – Jóhan Pauli Helgason

 

Náttúran er altíð í støðugari broyting. Veður og skiftandi árstíðirnar seta síni spor, samstundis sum at menniskjaliga brúksmyntrið broytist. Um vit ynskja at varðveita og verja náttúruna er tað av alstórum týdningi at vit royna at skilja broytingarnar og fyribyrgja óneyðugt slit.

Ábótur krevja viðlíkahald og onki er viðlíkahaldsfrítt. Vit koma tí helst ongantíð heilt á mál, men trúgva uppá góðan arbeiðshug og á týdningin av eini sosialt og mentanarliga stimbrandi arbeiðshátt.

 

“Arbeiðið, sum vit megnaðu í felag, gjørdi veruligan mun, og eg føli eisini, at eg sjálv fekk nógv burturúr. Eg eri vorðin meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er at hava virðing fyri okkara náttúru og lærdi ymiskt, ið eg ikki visti frammanundan” – Durita