CLOSED FOR MAINTENANCE SEPTEMBER 2021
Í døgunum 23. til 24. september 2021 vóru sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
Viðlíkahald á 9 ymiskum økjum
Heili 9 økir vóru við í átakinum í heyst. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í vár og í 2019, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis Hestoyggin, við hesaferð. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.
Í sambandi við, at fokus í 2021 var sett á at menna bygdagøtur, at bóklingur um gøtubygging er givin út, og at nýggj heimasíða við bygdagøtum verður almannakunngjørd, verður dentur lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar í stóran mun stuðla hesi tilgongd.
Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.
TRONGISVÁGUR
Ársins ‘Closed for Maintenance’ átak hjá Visit Suðuroy og Tvøroyrar kommunu, verður at bøta um bygdagøtuna millum Trongisvág og Fámjin. Vit fara at dagføra gongutúraskelti, gera nýggj fótatraðk, seta upp nýggj portur og laða varðar um Valdaskarð. Gomlu varðarnir eru illa farnir og skulu laðast uppaftur og onkustaðni skulu nýggir varðar laðast. Viðrar ikki at fara í fjøllini, so verður í staðin farið undir at gera ymiskar ábøtur í viðarlundini í Trongisvági og møguliga eisini at betra um um tjaldingarplássið við skótahúsið í Tvøroyri.
Fyri at geva teimum sjálvbodnu eins so góða uppliving sum gjørligt, verður eisini skipað fyri túri og kvøldsetan.
SKÚVOY
Skúvoy er ein fjarskotin og vøkur oyggj, sum hevur ein serligan týdning í mun til fuglalív og lívfrøðiligt margfeldni. Oyggin er tí eitt Ramsar øki, ið merkir, at Føroyar við altjóða sáttmála hava bundið seg til at seta tiltøk í verk sum verja fuglalívið í oynni. Skúvoy hevur harumframt eina spennandi søgu. Tí koma nógv ferðandi til oynna.
Á Skúvoy fara tey, sum luttaka í CFM at seta skelti, steyrar og annað upp fyri at vísa ferðandi á røttu gongugøturnar á oynni og tryggja at fuglur og seyðir kann trívast uttan óneyðugt órógv.
HELLURNAR
Gamla varðagøtan av Hellunum til Fuglafjarðar verður ofta gingin – og bæði tey lokalu og vitjandi ganga hana fegin. Hellu-megin var góð steinsett gøta gjørd, helst av teimum ið upprunaliga búsettust her. Gøtan er tó tilgrógvin og sæst ikki nóg væl. Gøtan skal ruddast og ábøtur skulu gerast á henni, so megnar arbeiðið ið tey gomlu gjørdu, aftur verður sjónligt og til gleði fyri okkum eisini í dag. Væta skal leiðast frá gøtuni og gomlu varðarnir skulu endurreisast ella bøtast; serstøk støð verða frámerkt, eins og steyrar skulu setast niður har tørvur er á tí.
VÁGAR
Gamla bygdagøtan millum Vatnsoyrar og Miðvág treingir til ábøtur. Ætlanin er tí at hampa um, drena har tað er neyðugt og laða varðar, soleiðis at gøtan gerst betri at ganga og vakrari. Bygdagøtan er ein alternativ farleið til gongufólk, sum ferðast til og frá Vága Floghavn, og fyri at gera gøtuna meira sjónliga verða gongutúraskeltir sett upp báðumegin. Útsýnið er óvanliga vakurt og eftir bygdagøtuni fáa ferðafólk frið frá landsvegaferðsluni.
HESTOY
Hestoyggin er sjáldsama vøkur við sínum bratta lendi og mongu vøtnum, tá komið verður niðaná oynna. Trupult kann tó vera at finna røttu byrjan og farleið niðan á Snið, sum tað eitur tá ein er komin niðaná. Hetta ætla vit at loysa við m.a. at seta reyðar steyrar niður og gera gongutúraskelti. Eisini treingir gøtan út á Hæl til ábøtur, t.e. sunnast á oynni, ávegis til vitan. Serliga verður tað har farleiðin byrjar, at ábøturnar verða framdar, so tað er tryggari at ganga.
Umframt hart arbeiði verða eisini hugnaligar løtur við góðum mati og gisting umborð á nýumvældu sluppini Norðlýsið.
TJØRNUVÍK
Bygdagøtan millum Tjørnuvík og Saksun er ein hin mest vitjaða bygdagøtan í Føroyum. Slit sæst á fleiri strekkjum og tørvur er á ábótum. Arbeiðið fer at savna seg um byrjanina av farleiðini úr Tjørnuvík, har gøtan verður ruddað og umvæld á útvaldum støðum.
NÓLSOY
Vit fara at hampa uppá bygdagøtuna niðan á Oyggjarmúla og víðari niðaná.
FUNNINGUR
Hvíthamar og Skeggjanøv omanfyri Funning eru sera væl vitjaði støð og útsýnið av Hvíthamri oman ímóti Funnigsfirði er vakurt og sera væl umtókt.
Uppgávan er býtt sundur í trý stig. Fyrsti teinur er frá Gjáarskarð út á Hvíthamar. Har leiðin byrjar, skal ein trappustigi setast upp um hegnið og eitt kunningarskelti skal setast upp. Síðani skal leiðin út á Hvíthamar merkjast við steyrum. Ávegis niðaneftir eru tvey støð ið skulu drenast og tvey boðskelti skulu setast upp. Ovast á Hvíthamri har útsýnisposturin er, verður ein gelendari settur upp til tess at gera útsýnisstaðið tryggari. Næsta stig er at frámerkja røttu leiðina niðan á Skeggjanøv við steyrum og einum boðskelti. Seinasti teigurin er frá Skeggjanøv og oman aftur á Gjáarskarð, ið skal merkjast við steyrum og einum boðskelti.
KLAKSVÍK
Gongutúrurin frá Hálsi niðan á Klakk er ein sera væl umtóktur túrur. Hann er lættur, tryggur, tætt at býnum og útsýnið er stórsligið og vakurt á toppinum.
Til Closed for Maintenance átakið í 2019 var farið undir at gera gøtuna niðan á Klakk. Av tí at gøtan er nógv gingin, er hon longu sera slitin og krevur ábøtur.
Ætlanin er at umvæla og breiðka núverandi gøtu, og verður hetta fyrsta stig á leiðini til at gera eina munandi betri og slitsterka gøtu sum gongur allan vegin niðan á Klakk.