CLOSED FOR MAINTENANCE 2022

Í døgunum 5. til 6. mai 2022 fara vit at menna og viðlíkahalda 11 økir. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt í fjørð, men eisini eru nýggj støð, sum til dømis í Gøtu og Skarð. Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

1 – SKARÐ


Leivdirnar frá Skarðs bygd, sum varð avtoftað í 1919, eru at finna í landnyringspartinum av Kunoy. Eftirkomarar og ferðafólk vitja javnan áhugaverdu toftirnar, sum eru 6,5 km norðanfyri Haraldssund. Vit fara at viðlíkahalda gomlu farleiðina, soleiðis at frálíki túrurin er lættari og tryggari at finna.

2 – GØTA

Áðrenn vegin og tunnilin millum Gøtu og Leirvík varð gjørdur, máttu gongufólk stríða seg uppá 336 metrar hædd uppum Leirvíksfjall. Hendan aldargamla farleiðin er vøkur og væl gjørd við steintrappum og rekkverki. Ein gomul trappa er nú farin so illa, at honm skal laðast av nýggjum. Vit fara at gera trappuna í stand og viðlíkahalda gomlu farleiðina.

3 – KAMBSDALUR

Gamla varðagøtan millum Fuglafjørð og Skálafjørðin gongur framvið Kambsdali og vitjunarverda Trælavatni. Vatnið er á 370 metra hædd, har útsýnið er óvanliga vakurt. Talan er um ein vælumtøktan túr fyri borgarar og vitjandi. Vit fara at endurbyggja gomlu varðarnar, sum upprunaliga hava víst veg millum Kambsdal og Trælavatn.

4 – ELDUVÍK

Elligamla bygdagøtan millum Elduvík og Oyndafjørð hevur áður verið við í Closed for Maintenance. Vit halda á fram, soleiðis at farleiðin verður tryggari, vakrari og lættari at finna.

5 – RITUVÍK & LAMBA

Rituvík er ein lutfalsliga nýggj niðursetubygd, meðan Lamba er ein av elstu bygdum í Føroyum. Vakra og søguríka farleiðin er ikki so løtt at finna í dag, og gongur beint framvið grótbrotinum á Hústoft.  Vit fara at seta upp steyrar eftir 4,4 km longu leiðini og skelta soleiðis at túrurin verður tryggari og lættari at finna.

6 – FOSSÁ

Fossá er størsti og kendasti fossurin í landinum. Vitjandi steðga ofta á millum Langasand og Haldórsvík fyri at uppliva sterku náttúrukreftirnar. Vit fara at gera eina vakra og góða rás, sum  bæði ger tað tryggari og meira ómakaleyst at sleppa nær at fossinum, og samstundis fyribyrgja óneyðugt slit.

7 – NÓLSOY

Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Síðani 2019 eru skeltir og steyrar sett upp og træbrýr eru gjørdar tvørturum váta mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt.

8 – NORÐRADALUR

Norðradalur telist millum mest avmyndaðu landsløgum í landinum. Bygdin er 3 kilometrar norðanfyri Syðradal. Byrjanin til hendan túrin, sum eisin knýtur Norðradal við vegin á Sundshálsi, skal skeltast og vit fara at gera ymsar ábøtur á farleiðini, so sum at laða varðar, drena og seta vegvísandi steyrar niður.

9 – VÁGAR

Fleiri av kendastu og mest vitjaðu støðunum í Føroyum, eru framvið strondunum vesturi í Vágum. Vit fara tó at venda sjóneyguna móti 40 kilometrar langa varðagøtuskipanini, sum samanknýtur allar bygdirnar eftir áhugaverdum farleiðum langt inni í oynni.

10 – SANDOY

Vitjunarverda náttúran og bygdirnar á Sandoynni fara væntandi at síggja eitt vaksandi tal av ferðfólkum, aftaná at nýggi undirsjóvartunnilin letur upp. Vit fara at seta upp skeltir og viðlíkahalda varðar, soleiðis at tað gerst lættari at fara út á nípuna vestanfyri Sand og eftir varðagøtuni kring Guðrunarløk.

11 – SUÐUROY

Í Suðuroy verður fyrst og fremst arbeitt í Vági við at gera nýtt útsýnisstað vesturi á Eiðinum, umframt at gera ábøtur eftir gongugøtuskipanini í bygdini. Ætlanin er eisini at gera tað tryggari og høgligari at sjódyppa í væl vitjaðu Tjaldavík.

 

Kort yvir verkætlanirnar í 2022