CLOSED FOR MAINTENANCE 2024

Í døgunum 2. til 4. mai 2024 fara vit at menna og viðlíkahalda 8 støð í Føroyum. Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið varð framt undanfarnu árini, men eisini eru nýggj støð við í verkætlanini.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum.

Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

1 – VESTMANNA

Fossá, áin við fleiri fossum, er eitt tað fyrsta tú varnast, tá tú kemur til Vestmanna. 

Í Vestmanna fara vit at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá, og niðan til demningin hjá Ólavur á Heygum, sum var byrjanin til vatnorku í Føroyum. Nógv bygdafólk og ferðafólk hava stóra gleði av Fossá, og ikki minst børnini sum meir ella minni búgva í ánni alt summarið.

2 – TJØRNUVÍK

Tjørnuvík er ein sera nógv vitja bygd. Tann vakri sandurin við tí fantastiska útsýninum yvir á Risan og Kellingina er nakað vit flest øll hava sæð óteljandi myndir av.

Bæði ferðafólk og okkum føroyingum dáma væl at vitja í Tjørnuvík, og njóta vit fegin nógvar tímar á sandinum.

Til “Closed for Maintenance” í ár, fer Sunda kommuna at gera eina gøtu frá vegnum og oman á sandin. Hetta fyri at gera tað lættari og meira atkomuligt fyri øll.

3 – KAMBSDALUR

Fyrr í tíðini var vanligt at skera torv á Kambsdali. Tá var gingið næstan somu leið, sum landsvegurin gongur úr Fuglafirði og út á Kambsdal. Nógv vilja ganga millum bygdirnar, og tí er tørvur á at umvæla gomlu gøtuna, tí landsvegurin er ikki góður til gongufólk.

Brúgv verður gjørd yvirum Breiðá. Gøtan skal bøtast og gerast betri at ganga á. Vit leggja áargrót og grýti, har tað er neyðugt, og steinsetingar kunnu gera tað lættari at sleppa yvirum gil og løkir.

Hendan gøtan er eisini byrjanin uppá gomlu bygdagøtuna til Skálafjarðar. Kambsdalur – Skálafjørður hevur verið partur av Closed for Maintenance átakinum, og við hesari verkætlanini verða gomlu gøturnar knýttar saman.

4 – SKÁLAVÍK

Í Skálavík arbeiða vit við, at gera ein gongutein niðan á Skálhøvdan. Gonguteinurin verðu merktur við varðapelum. Eisini skulu fleiri skeltir setast upp á veg niðan á Skálhøvdan og stigar skulu gerast uppum hegn.

5 – SUNDSHAGI

Lendisbati er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, ið fremur náttúruendurbøtandi átøk í Føroyum. Høvuðsátøkini vera m.a. at fyribyrgja jarðrivi, bøta um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri kolevnisupptøku.

Vit fara við Closed for Maintenance toyminum at stikað økið av fyri seyði soleiðis, at gróðurin kann koma fyri seg. Økið omanfyri Kaldbaksbotn telur um 400.000 fermetrar og liggur í 150-250 metra hædd.

Í næstum fer Lendisbati undir at gera vakstrarkanningar í haganum. 

Langtíðarætlanin er at hegna økið inni fyri at skapa eitt náttúrufriðlendi og fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist. Upprunavøkstur so sum baraldur og pílur verður gróðursettur í samstarvi við Landgræðsluna í Íslandi, sum hevur aldarlangar royndir innan endurbøting. Lívmargfeldið verður harvið bøtt, umframt at náttúruøki gerast atkomuligari hjá almenninginum. Gøtur og uppihaldsstøð verða eisini gjørd í økinum í samstarvi við lendisarkitekt.

6 – VÁGUR

Í Vági gera vit eina rás niðan á Moyggjartúgva, ið liggur á góðum 335 m hædd. Moyggjartúgva er fáa metrar frá fjallatoppinum á Gjógvaráfjallið. Frá Moyggjartúgvu er frálíkt útsýni yvir vágsbygd (eystureftir) og vestur í hav og av vestursíðuni av oynni. Verkætlanin byrjar niðri í Vági, har rásin verður gjørd sjónlig við steyðrum, og henda rás gongur so allan vegin niðan á Moyggjartúgvu, góðar 2,5 km til longdar. Verkætlanin inniheldur eisini at seta upp kunningarskeltið um gongutúrin niðan á Moyggjartúgvu (og til Fámará og Botn), pílaskeltið til Moyggjartúgvu. Við hegn verða gjørd garðstíggj, soleiðis at gongufólk lætt koma yvir um hegni. Á Moyggjartúgvu verða gjørd sitipláss í lendi, har gongufólk kann seta seg og njóta útsýni. 

Tá arbeiðsdagurin er liðugur, tá stendur ymist áhugavert á skrá, sum kemur at gera uppihaldi í Vági ógloymandi.

7 – NÓLSOY

Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Túrurin gongur tvørturum mestsum alla serstøku oynna og endar við stásiliga vitan, sum varð bygdur í 1893. Síðani 2019 hevur Nólsoy verið við í Closed for Maintenance átakinum, og skeltir, steyrar og træbrýr leiða tey ferðandi uppum hamrar og tvørturum mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt.

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

8 – VÁGAR

Í Vágum eru nógvar hugtakandi bygdagøtur, sum leiða til fjarskotin støð, har einki annað enn fuglaljómur og áartutl hoyrist ein góðan summardag. Nógv fólk ganga túrar eftir hesum gøtum, og tí fara vit at arbeiða víðari við gøtukervinum, so tað er atkomuligari og høgligari at ganga eftir. 

Vit fara at drena, grava, laga o.s.fr. Ætlanin er eisini at byggja eina brúgv, lívdarskjól, vinarstigar og seta skeltir upp.