FALDARAR

Niðanfyri sæst yvirlit yvir kunningarfaldarar, ið Visit Faroe Islands býta út. Tað ber til hjá kunningarstovum, kommunum, fyritøkum sum t.d. handlum, leigubilum, gistingarstøðum og øllum teimum ið koma í samband við ferðafólk í Føroyum, at umbiðja faldarar.

Samstarv og felagsleið er tað einasta rætta fyri eitt lítið ferðamál, sum heimurin hevur fingið eyga á. Samstarv í ferðavinnuni skal tryggja, at kunningin og leiðbeiningin kring landið er røtt og altíð tøk, og at vit hjálpa hvør øðrum og gestum okkara á bestan hátt bæði úti í fjøllunum, inni í býnum og á talgildu miðlunum. 

– Hornasteinur #2, Menningarætlanin fram ímóti 2025

1. ‘FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE’ Á DONSKUM, ENSKUM OG TÝSKUM

Tourisguide’in, sum Sansir letur gera á hvørjum ári, kemur vanliga út til Vestnorden í september. Faldarin hevur alla praktiska kunning um Føroyar sum ferðamál.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

2. ‘FØROYAKORT’

Føroyakortið, sum Sansir eisini ger koma vanliga út um ársskiftið.

3. ‘SAFE TRAVEL’ Á ENSKUM

Safe travel faldarin er leiðbeining til hvussu ein ferðast trygt í Føroyum. Á baksíðuni er útfyllingarskjal til ferðafólk at fylla út áðrenn farið verður í hagan. Skjalið er gott at leggja eftir seg har sum tey búgva ella  í rútin á bilinum. Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

4. ‘WELCOME’ SKJAL VIÐ ‘GUIDELINES’ Á ENSKUM

Skjalið hóskar seg sera væl sum vælkoma í ávikavist leigubilum, leigu íbúðum, hotell kømurum o.a. Hetta er ein styttri útgáva av áður nevnda ‘Safe travel’ faldaranum.

‘WELCOME’ SKJAL VIÐ ‘GUIDELINES’
TAK NIÐUR

5. ‘HIKING IN THE FAROE ISLANDS’ Á ENSKUM 

Gongu faldarin er faldari við uppskotum til gongutúrar kring alt Føroyar. Her finnur ein kunning um torleikastøði, longd og atlit ein eigur at taka á túrinum.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

6. ‘BIRDS OF THE FAROE ISLANDS’ Á ENSKUM OG DONSKUM
(einans á alnótini, verður ikki prenta aftur)

Í 2014 útkom fuglafaldari til tey ið eru serliga áhugað í fuglum í Føroyum. Her fæst kunning um teir mest vanligu eins og serstøkum fuglum í Føroyum.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

7. ‘CHURCHES IN THE FAROE ISLANDS’ Á ENSKUM OG FØROYSKUM

Í 2022 útkom kirkjufaldari til tey ið eru serliga áhugað í kirkjum í Føroyum. Her fæst kunning um 11 út av teimun 62 kirkjunum, hvør við sínari serstøku søgu.
Tú kanst síggja og/ella taka niður faldaran her.

Fleiri faldarir, sum áður eru gjørdir, eru ikki longur tøkir í pappírsútgávu. 

Fyrispurningar um pappírsútgávur av faldarum kunnu sendast til info@visitfaroeislands.com ella við at seta seg í samband við okkum á telefon +298 666555.

 

Gott er at fáa boð um stórar mongdir til t.d. messur og líknandi í góðari tíð.