BOÐSKELTI

Gott samstarv og samskifti um tað, ið gagnar øllum pørtum best, tá ið ræður um náttúruvernd og trygd er tað, ið arbeiðið við boðskeltunum er grundað á.

Visit Faroe Islands bíleggur skeltini, ið kommunur, kunningarstovur og stovnar fáa ókeypis. Ætla bøndur sær at seta skelti upp, kann kommuna ella kunningarstova útvega teimum tey.
 

Bílegging (Vit endurskoða boðskeltini í løtuni, og taka tí sum útgangsstøði ikki ímóti bíleggingum)

1) Vel tey skelti, tær tørvar, niðanfyri.

2) Goym bíleggingarskjøl á telduni.

3) Fyll út bíleggingarskjøl og gev gætur, at skjalið er ymiskt alt eftir skelti

4) Savna bíleggingarskølini í ein teldupost og viðmerk “boðskelti + navn á stovni, ið bíleggur” og send til: alda(kurla)visitfaroeislands.com

Vegleiðing er á síðu 3 í hvørjum bíleggingarskjali.

 

Vegleiðing um, hvussu tú skalt fylla bíleggingarskjalið út, er at síggja niðast á næstu síðu í hvørjum bíleggingarskjali.

 

Tað ber eisini til at bíleggja steyrar til boðskeltini ígjøgnum okkum, ella við at venda sær til info(kurla)sansir.fo

14 YMISK BOÐSKELTI AT VELJA ÍMILLUM