GÓÐSKUMENNING

Visit Faroe Islands og Ferðavinnufelagið samstarva við danska gistingarhús- og matstovufelagið Horesta um stigfesting av gistingarhúsum. Hetta merkir, at gistingarhús í Føroyum á hvørjum ári verða góðskumett á sama hátt sum gistingarhús í Danmark, Svøríki, Íslandi og Grønlandi.

Sostatt kunnu ferðafólk samanbera og kenna aftur stigfestingarskipanina, sum verður nýtt í hesum londum. Samstundis vísir Føroyar sum ferðamál, at góðskumenning er eitt øki, sum verður raðfest. Hetta kann nýtast í marknaðarføringini av Føroyum bæði sum ferðamál og sum ráðstevnuland. Gistingarhúsini hava eisini møguleika at skráseta seg við stjørnum á altjóða leitisíðum fyri hotell.