Mannagongd
Reinsa livrina og sker hana í 2 cm tjúkkar skrivar. Legg skivurnar í vatn og reinsa blóðið úr.
Fjerna skalið av leykunum og sker teir í helvt og síðan í skivar. Hita ½ dl olju og 50 g smør í einari pannu. Steik leykin á miðal hita, inntil teir eru brúnir. Koyr síðan sherry, sukur og sinnop í leykin og smákóka, inntil eingin væta er eftir. Smakka til við salt og pipar.
Flísa eplini og kálrabiið og sker í minni pettir. Kóka í lættsaltað vatni, inntil tey eru moyr. Stoyt vatnið úr, og lat tað dampa eina løtu, so tað kemur av við tí sístu vætuna.
Mosa eplini og kálrabiini við einum stampar. Ein pískirís kann nýtast í staðin fyri ein stampara, um tú ikki eigur ein slíkan. Koyr 100 g smør, 2 dl mjólk og tann rivna ostin í og rør saman. Smakka til við salti og pipari. Smakkar eisini væl við rivnari muskatnøt omaná.
Hita nú 2 spsk olju og 50 g smør á einari pannu á høgum hita. Vend livrina í rugmjøl og steik hana hart í uml. ½-1 min á hvørjari síðu alt eftir, hvussu reyða tú vilt hava livruna at vera. Legg livrina á køkspappír og krydda við salt og pipar.
Borðreið livrina omaná eplamorl við leyki omaná. Pynta við karsi.
Eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, Matkovan og Búnaðargrunnin.