Atlantstoskur & ertrar upp á franskan máta
Sigur tú fiskur, meina føroyingar helst toskur. Atlantstoskurin hevur verið ein týdningarmikil táttur í føroyskum búskapi og matgerðarlist søguliga. Ein feskur toskabiti er eitt tað smakkbesta sjógæti, tú kanst fáa.
Tann fløgurunni fiskurin í toski hevur ein eitt sindur søtan, fínligan smakk og skínur næstan á borðiskinum. Smakkurin er so mildur, at toskur hóskar væl saman við øðrum smakki. Loyptur toskur við ertrum upp á franskan máta er ein lættur rættur at gera. Ein leskilig vár- og summarmáltíð, sum dregur fram tann frískliga smakkin í toski, fullfíggjað við teimum søtu ertrunum og skalottuleyki, broysknari gularót og søltum fleskaskorpum.
Vegleiðing
Stroy salt á fløkini og set til viks, meðan tú gert hitt tilfarið klárt. Um fløkini hava skræðu, lata hana so vera, tí hon gevur fiskinum meira smakk, tá ið hann verður kókaður. Sker beykon ella skinku í terningar og steik á pannu til teir eru broysknir. Tak teir av pannuni. Pannan skal ikki vaskast, tí at feittið gevur rættinum meira smakk. Legg ertrar og gularøtur í kókandi vatn í 15 til 30 sekund og legg tær síðani í ísakalt vatn. Sker skalottuleykin í trivaligar flísar. Tær geva rættinum søtleika og form. Bræð smørið á pannuni, men lat tað ikki brúnka, tí vit vilja bara hava reinan smørsmakk í rættin. Stoyt vínið í, áðrenn smørið brúnkar og minka hitan. Legg fløkini á pannuna við skræðuni upp og lat tey loypast spakuliga í smøri og víni í uml. 6-8 min. Ikki venda teimum, men stoyt vætu oman yvir fløkini, so at tey eisini fáa hita og vætu frá í erva. Tá ið toskurin er loyptur, leggur tú hann á eitt fat at hvíla. Stoyt eina skeið av smøri og víni útyvir og legg lok á (ella eina holvda skál.) Snerk skalottuleykin á pannuni í vætuni, sum er har, einar tveir minuttir, til hann gerst bleytur. Stoyt høsnasoðið í, lat ertrar og gularøtur í og steik tær. Tá ið grønmetið er liðugt, ert tú til reiðar at borðreiða rættin. Toga skræðuna av fiskinum. Legg ertrar, gularøtur, leyk omaná og nakað av pannusoðnum. Enda við beykonterningum og pynta við mint og ertnabløðum. Tú kanst hava kókað epli afturvið.
Eitt samstarv ímillum Visit Faroe Islands, Matkovan og FaroeseSeafood.com.