SIG FRÁ SØGUNI UM FØROYAR

Fyrilestrarøðin ‘Sig frá søguni um Føroyar’ er liður í arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands at førleikamenna einstaklingar og fyritøkur í føroysku ferðavinnuni. 

 

Endamálið við júst hesi fyrilestrarøðini var at kasta ljós á evni, ið eru serliga áhugaverd at greiða ferðafólki frá. Vit møta ferðafólkum nógva staðni, tað kann verða tá ið ein ferðaleiðari ger túrar við bólkum, men tað kann eisini verða tá ið ein arbeiðir á hotellum, á kaffi- og matstovum, leigar gisting út, hevur Heimablídni o.s.fr. 

 

Góða frásøgnin og vitan um landið vit øll umboða, er avgerandi vilja vit veita gestum eina góða tænastu. Jú betri kunnaði ferðafólk eru, betri er grundarlagið eisini fyri áhugaðum gestum, ið vísa tí serføroyska áhuga og virðing.  

 

Trý fyrilestrakvøld vóru í fyrilestrarøðini. Sí framløgurnar niðanfyri.

Live upptøkur eru frá nøkrum av fyrilestrinum, tær finnur tú her.

 

NB! Framløgurnar eru einans til persónliga nýtslu og skulu undir ongum umstøðum brúkast í øðrum samanhangi.

Fyrilestrar

Jarðfeingið framløga frá Una Árting um Føroya jarðfrøði 2023
Føroya Jarfrøði
Uni Árting, Jarðfeingi
Tak niður
Várhagasólja við fræ, úr framløgu hjá Magnus Gaard um Føroyska náttúru

Náttúra og burðardygd

Magnus Gaard, lívfrøðingur
Tak Niður
Góðar um føroyska búskapin
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
Tak niður
G! Festival, a music festival held in the Faroe Islands
Føroysk tónlistasøga
Knút Háberg Eystirstein, tónleikafrøðingur
IKKI Tókt enn
Sjófuglur í Føroyum
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur
Tak niður
Framløga feb. 2023 um Føroyska listasøgu
Føroysk listasøga
Anna Maria Dam Ziska, Listasavn Føroya
Tak niður
Bumba í løgtinginum - søgur úr Føroya søgu, fyrilestur úr fyrilesrarøðini 'Sig frá søguni um Føroyar' ið Visit Fareo Islands skipar fyri
Føroya Søga
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur
Tak Niður
Landbúnaður í Føroyum
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi
Tak Niður
Í fornfrøðiligum víkingaútgrevstri á Velbastað, hava fornfrøðingar funnið gulltráð, silvurring og sjáldsamar perlur úr eysturlondum
Útgrevsturin á Velbastað
Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur
Tak niður