Kveikjandi Heimablídnis-kvøld hjá Maud í Nólsoy

Ein liður í arbeiðnum at menna Føroyar sum ferðamál er at bjóða góðan føroyskan mat – eisini á útoyggj og í smábygdum. Somuleiðis er tað forkunnugt og spennandi fyri útlendsk ferðafólk at vitja føroyingar heima. Eftirspurningur er eftir føroyskum mati, men tað kann vera trupult at finna støð, sum bjóða gestum hetta – serliga á smærri plássum. Her er heimablídni ein góður møguleiki. 

Hevur tú ætlanir um at bjóða heimablídni í ár, men ivast tú í, hvussu tú kemur í gongd? Ella eru tit júst byrjað, men kundu hugsað tykkum eitt kveikjandi kvøld saman við øðrum, ið fáast við tað sama? 

Maud Wang Hansen hevur seinastu árini bjóða gestum á gátt í hugnaliga heimi sínum í Nólsoy, har hon leggur dent á at borðreiða við stuttfluttum mati frá árstíðini, m.a. úr egnum urtagarði. 

Týsdagin 23. apríl bjóðar Visit Faroe Islands heim til Maud, har hon hugleiðir um sínar royndir við heimablídni. Umframt at nema sær innlit í møguleikarnar við Heimablídni, fáa gestirnir eisini ein serstakan møguleika at deila vitan um júst teirra hugskot. Afturvið prátinum bjóðar Maud eina góða máltíð í nærverandi umhvørvinum í Nólsoy.

 

Fráferð úr Tórshavn kl 18.00

Heimferð úr Nólsoy kl 22.25

8 pláss. Prísurin er 200,- pr. persón.