Matur sum ferðaminni - frá hugskoti til matvøru

Tá vit eru á ferð – tað verið seg í aðrari bygd í Føroyum ella uttanlands – er tað altíð hugaligt at uppliva staðbundnu smakkirnar og at kunna taka hesar heimvið at deila við okkara kæru. Maturin er ferðaminni um góðar løtur og vøkur støð, sum fløva hjarta.

Umframt at verða ein góður háttur at goyma kær ferðaminni, kunnu lítlu matvørurnar eisni vera ein góð inntøka hjá teimum, ið takast við matframleiðslu, t.d. á útoyggj og øðrum smáplássum.

Á verkstovuni fríggjadagin 7.juni verður kunna um mat sum ferðaminni í Føroyum. Góðskar tú grønmeti og urtir til krukkumat, t.d. saft, sirop ella súltutoy, ella hevur tú aðra serstaka matvøru, ið tú ynskir at selja sum ferðaminni - so er henda verkstovan ætlað júst tær.

Stórur áhugi er fyri staðbundnum matvørum – bæði til egna nýtslu heima við hús og sum gáva ella ferðaminni. Á verkstovuni fáa luttakararnir viðkomandi frálæru um burðardygga matframleiðslu, matvørureinføri og rætta handfaring av matvørum, umframt góð ráð og íblástur um søgu og sølu. Eisini luttekur framleiðari fyri at deila egnar royndir um ferðina frá hugskoti til vøru

Verkstovan verður hildin á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík 7. juni kl. 13:00-17:00.

Verkstovan verður skipað sum eitt samstarv millum Útoyggjafelagið, Húsarhaldsskúla Føroya, Matkovan, Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin.

Kostnaður fyri luttøku er 400kr og tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Húsarhaldsskúlanum. Plássið er avmarkað.