UMSETNINGURIN Í FERÐAVINNUNI SETUR NÝTT MET

Góða gongdin í ferðavinnuni heldur fram. Ongantíð áður hava útlendskt ferðafólk keypt eins nógvar vørur og tænastur í Føroyum sum í 2014, tá ið umsetningurin var 674 milliónir krónur. Í 2013 var umsetningurin 577 milliónir – talan er sostatt um vøkstur á heili 16,8 prosent.

Sundurgreiningin vísur, at 78 prosent av umsetninginum er hjá flutningsfeløgum og ferðaskrivstovum. Áleið 12 prosent eru hjá gistingarstøðum og onnur 4 prosent innan sølu av mati og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi.

Tað er Hagstova Føroya, eftir umbøn frá Visit Faroe Islands, sum hevur kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið komu til landið í 2014. Kanningin er liður í einum leypandi samstarvi millum Hagstovuna og Visit Faroe Islands..

“Langtíðarmálið er, at umsetningurin hjá ferðavinnuni skal vera 1 milliard krónur í 2020. Tølini fyri 2014 vísa, at vit eru væl ávegis við hesum, og staðfesta, at vit eru á rættari leið,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.