SHEEP VIEW VUNNIÐ TRÍGGJAR STÓRAR ALTJÓÐA HEIÐURSLØNIR

Sheep View átakið, sum Atlantic Airways og Visit Faroe Islands stóðu fyri, hevur vunnið tríggjar altjóða heiðurslønir: Årets PR á Danish Digital Awards, gull í bólkinum fyri besta altjóða marknaðarførings- og content átak í 2016 á World Media Awards í London, og silvur innan Grand Prix bólkinum á sama tiltak í London, har øll tey tilnevndu vóru umboðað.

“At verða tilnevnd saman við nøkrum av heimsins størstu fyritøkum var ein heiður og herðaklapp í sjálvum sær, og at vit so vinna er púra óveruligt. Hetta staðfestir, at marknaðarføringin av Føroyum sum ferðafólkland er á rættari leið og vit gleðast um, at Sheep View verkætlanin eydnaðist so væl, sum hon gjørdi,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Tað eru nakrir av heimsins størstu miðlum, so sum The New York Times, National Geographic, TIME Magazine og The Wall Street Journal, ið standa fyri World Media Awards í London.

“At miðlarnir ‘bíta á’ var alneyðugt fyri at Sheep View eydnaðist. Sheep View er eitt dømi upp á hvussu tú, við at brúka miðlarnar, kanst fáa sera nógva umtalu, hóast tú hevur ein avmarkaðan kapital. Við Sheep View síggja vit eisini, hvussu stóra ávirkan tað hevur, tað hepnast, og miðlar taka slíkt upp sum redaktionelt tilfar. Hetta hevur verið ótrúliga stuttligt at uppliva – vit lítlu saman við øllum teimum stóru her í metropolinum London,” sigur Ingrid Bjarnastein, sum er útbúgvin journalistur og starvast sum content manager hjá Atlantic Airways, úr London.

Hini tilnevndu saman við Atlantic Airways og Visit Faroe Islands á World Media Awards vóru Airbnb, London & Partners, Marriott International og Destination Canada. Aðar fyritøkur, sum vórðu tilnevndar í øðrum bólkum, vóru millum annað BMW, VISA, McDonalds, Universal Pictures og Samsung.

Sambært World Media Awards skuldi vinnandi átakið megna at vísa, hvussu stóran týdning ein góð søga hevur, og hvussu átakið brúkti hesa søguna at fortelja um eitt ferðamál ella eina ferðauppliving.

Mett verður, at Sheep View átakið hevði yvir 2 mia. eksponeringar og eitt PR-virði á umleið 300 mió. krónur.

Sheep View hevur frammanundan vunnið fleiri aðrar heiðurslønir, sum til dømis frá PR-tigeren úr Danmark, Stora PR-priset úr Svøríki, Epica Awards úr Fraklandi og Vega Awards úr USA, umframt Ársins Átak á Vinnudegnum 2016.

Sheep View átakið er ment saman við lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og Liquid Minds úr Danmark.