SØK UM STUÐUL FRÁ NATA Í HEYST

Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:

  • Nýskapan og vørumenning
  • Marknaðarføring
  • Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
  • Góðsku- og umhvørvismenning innan ferðavinnu
     

Møguleiki er nú aftur at søkja NATA um stuðul til ferðing til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu søkja um stuðul:

  • Skúlaflokkar
  • Ítróttarfeløg
  • Tónleikabólkar
  • Onnur mentanarsamstørv

FREISTIN AT LATA INN UMSÓKNIR ER 25. SEP. 2023

Í 2023 er NATA serliga áhugað í verkætlanum ið leggja áherðslu á endurskapan av ferðavinnuni eftir Covid-19, burðardygd og talgilding innan ferðavinnuna.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli. Umsóknarblaðið og neyvari upplýsingar fáast á heimasíðuni www.nata.fo ella við at skriva til Erlu Weihe Johannesen á skrivstovuni hjá NATA, nata@vinnuframi.fo

Umsøkjarar fáa svar 30. okt 2023. Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 30. okt. 2023.

NATA hevur eina heimasíðu, bæði á donskum og enskum, ið hevur tvey oyðubløð, sum skulu nýtast at søkja um stuðul frá NATA. Á donskum eita oyðubløðini “turismeudvikling og markedsføring” og “rejestøtte”.