SIG FRÁ SØGUNI UM FØROYAR 0.3

Triðja tiltak í fyrilestrarøðini hjá Visit Faroe Islands, ið kastar ljós á evni ið eru serliga áhugaverd at greiða ferðafólki frá.

Góða frásøgnin og vitan um landið vit øll umboða, er avgerandi vilja vit veita gestum eina góða tænastu. Jú betri kunnaði ferðafólk eru, betri er grundarlagið eisini fyri áhugaðum gestum, ið vísa tí serføroyska áhuga og virðing.   

 

Um tú hevur hug at endurnýggja tína vitan um Føroyar og at betra um frásøguførleikarnar, er upplagt at koma við á fyrilestrarøðina.

 

Næsti fyrilesturin verður á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 mikukvøldið 22. mars kl. 19-21:30. Kaffi verður í steðginum.

 

Fyrilestrahaldarar verða:

Hans Andrias Sølvará, Føroya søga

Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaður í Føroyum

Helgi Michelsen, útgrevsturin á Velbastað

 

Enda verður við stuttari rundvísing á savninum.

 

Tiltøkini eru ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

 

Vælkomin!