SÓLARMYRKINGIN – ÁVIRKANIN Á FERÐAVINNUNA

Her kanst tú lesa um talið av ferðafólkum, umsetningin, og PR- og fjølmiðlavirði av sólarmyrkingini.

FERÐAFÓLK

Umleið 11.400 ferðafólk komu til Føroyar í samband við sólarmyrkingina. Harav búðu umleið 2.000 fólk hjá vinum og kenningum, og 9.400 fólk búðu á gistingarhúsum ella umborð á cruiseskipum.

Býtið millum tey, sum rindaðu fyri gisting:

Privat gisting: 800
Smyril Line / DFDS: 1.500
Cruiseskip: 6.000
Komu/fóru sama dag: 300
Hotell/gistingarhús: 800

UMSETNINGUR:

Ferðafólkini, ið vitjaðu í Føroyum í mars 2015 fyri at uppliva sólarmyrkingina, keyptu vørur og tænastur fyri 111 milliónir krónur. Hetta er 121% meir enn í mars 2014. Eyka umsetningurin hjá ferðavinnuni og atknýttum vinnum var áleið 61 mió. kr.

Um mars mánaðin í 2015 verður samanborin við mars mánaðin í 2014, sæst, at tað er serliga innan bólkin “Flutningur innanoyggja og bilaleiga”, at vøksturin er størstur. Eisini er stórur vøkstur innan bólkin “Onnur tænasta”, sum umfatar umboð, ið veita tænastur til aktørar í ferðavinnuni – til dømis umboð hjá Cruise reiðaríum, Vága Floghavn, Tórshavnar Havn, osfr. Stór framgongd var eisini innan bólkin “Upplivingar”, har umsetningurin frá útlendingum vaks umleið 270% í mars 2015, samanborið við mars 2014.

 

 

Umsetningurin hjá útlendskum veitarum, her serliga teimum útlendsku cruiseskipunum, lá millum umleið 70 og 80 mió. kr.

PR- OG FJØLMIÐLAVIRÐI

Fleiri av heimsins størstu miðlum, so sum Associated Press, Reuters, BBC, ITV, eins og norðurlendskir miðlar sum DR, TV2 og SVT, vóru í Føroyum í samband við sólarmyrkingina. Tilsamans vóru 62 miðlar á vitjan.

PR virði av fjølmiðlaumrøðuni varð mett at vera 150 mió. kr.