HAGTØL OG KANNINGAR 2013
GISTINGARHAGTØL FRÁ HAGSTOVU FØROYA
Gistingarhagtølini frá Hagstovu Føroya vísa til deils á hvar ferðafólkini koma frá, hvussu tey búgva tá tey eru í Føroyum og hvar tey búgva. Eisini sæst yvirlit yvir tann samlaða kapasitetin. Hagstovan byrjaði innsavningina av hagtølunum aftur 1. jan. 2013.
FERÐAFÓLKAKANNINGAR Á FLOGVØLLINUM
Visit Faroe Islands og Vága Floghavn gjørdu í 2012 og 2013 ferðafólkakanningar á flogvøllinum í samstarvi við Gallup. Øll ferðafólk, sum ferðaðust um flogvøllin eitt ávíst tíðarskeið, vórðu biðin um at taka lut í kanningunum. Hesar kanningarnar geva eina grundvitan um ferðafólkini, har til ber at at meta um broytingar í ferðingarmynstri og í muninum millum ferðing ymsar tíðir av árinum. 4 kanningar vóru gjørdar árliga.
HAGTØL FYRI FERÐAFÓLKASKIP (CRUISE)
TAKS samlar tøl fyri tey ferðafólk ið vitja við ferðafólkaskipunum. Tølini eru deild upp eftir tjóðskapi.