FERÐAFÓLKATAL
Tíverri finnast eingi hagtøl, sum vísa, júst hvussu nógv útlendsk ferðafólk vitja í Føroyum á hvørjum ári. Kortini eru ymisk hagtøl og ymiskar kanningar gjørdar, sum gera tað møguligt at gera eina meting.
Uml. 100.000 útlendsk ferðafólk vitjaðu í Føroyum í 2022, tá vit leggja øll tølini saman (útlendsk ferðafólk flogvegis og sjóvegis). Vága Floghavn hevur síðani 2019 skrásett tjóðskapir hjá ferðafólkum, sum ferðast umvegis Vága Floghavn.
Í 2022 komu uml. 70.000 útlendsk vitjandi flogvegis um flogvøllin í Vágum.
Í 2022 var talið av útlendskum gestum, sum komu við ferðafólkaskipum og Norrønu tilsamans 30.000. Starvsfólk umborð á skipunum eru ikki tald við.
Samanborið við fleiri av smáu oyggjasamfeløgum rundan um okkum, hava Føroyar lutfalsliga fá ferðafólk.
Fleiri hagtøl og frágreiðingar eru at finna í ársfrágreiðingini fyri 2022, sum kann lesast her.