CLOSED FOR MAINTENANCE, OPEN FOR VOLUNTOURISM - FØROYAR

Closed for Maintenance varð fyrstu ferð hildið á várið 2019, sum liður í einum størri marknaðarførings átakið, ið skuldi prógvað at marknaðarføring og menning støðast best tá ið tey ganga hond í hond. 

Hug at rokast eitt sindur og verða saman við øðrum?

TILMELDINGIN TIL ÁTAKIÐ 2025 ER FULT TEKNAÐ

Lýsingarfilmur

Lýsingarfilmurin frá átakinum í 2019, har Aksel V. Johannesen heitir á sjálvboðin um at koma til Føroyar.

Vit bjóðaðu 100 útlendskum sjálvboðnum til Føroyar í eitt vikuskiftið í apil, at arbeiða við verkætlanum sum konningarstovur og kommunur høvdu valt út. Í flestu førum er talan um viðlíkahald av gøtukervið, men skelting, útsýnisstøð o.a. er eisini partur av arbeiðinum.
 Úrslitið av arbeiðinum tað fyrsta árið var so gott, at avgerð var tikin um at halda fram við arbeiðsdøgunum, sum ein partur av arbeiðinum at menna Føroyar sum ferðamál. Tiltaki er á várið á hvørjum árið, og vit miða eftir at hava áleið 40 Føroyningar ið taka lut árliga.

Tú ert vælkomin at fylgja við í arbeiðinum kring Føroyar á Facebook síðuni Closed for Maintenance, Open for Voluntourism – Føroyar.

Komandi arbeiðsdagar

Í døgunum 1. til 3. mai 2025 vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

40 føroysk sjálvboðin sleppa við til Closed for Maintenance í ár.

Verkætlanir

Fá meira at vita um átakið

Nærri upplýsingar fáast við at lesa meira á ensku síðuni niðanfyri, har vit eisini hava yvirlit yvir hagtøl v.m., ella við at venda sær til Jóhan Paula Helgason, á johanp(a)visitafaroeislands.com.