CLOSED FOR MAINTENANCE 2023

Í døgunum 21. til 22. apríl 2023 viðlíkahildu vit 10 økir. Fleiri verkætlanir vóru framhald av arbeiðinum, ið varð framt undanfarnu árini, men eisini vóru nýggj støð, sum til dømis í Slættaratindur og Leirvík.
Arbeiðsuppgávurnar vóru í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum.

 

Hvør verkætlan hevði ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stóð fyri øllum tí praktiska.

1 – ÁRNAFJØRÐUR

Miðskeiðis í Norðoyggjum, umleið 300 metrar omanfyri Árnafjørð eru Katlarnir, gamlið tingstaðurin fyri Norðoyggjar. Á sløttu helluni rundan um stóra Tingsteinin liggja fleiri aðrir steinar. Hugsast kann, at hesir steinar hava verið nýttir sum sessir hjá tingmonnum. Áhugaverda staðið er eitt vælumtókt ferðamál, men túrurin frá Árnafjørð er illa uppmerktur. Ætlanin at tí at merkja við vegleiðandi steyrum, pílaskeltum og varðum, umframt at seta eitt kunningarskelti við Katlarnar.

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

2 – KUNOY

Leivdirnar frá Skarðs bygd, sum varð avtoftað í 1919, eru at finna í landnyringspartinum av Kunoy. Eftirkomarar og ferðafólk vitja javnan áhugaverdu toftirnar, sum eru 6,5 km norðanfyri Haraldssund. Í fjør vóru m.a. hondlistar gjørdir við gomlu lendingina á Skarði og í ár fara vit at halda áfram við at viðlíkahalda gomlu farleiðina, soleiðis at frálíki túrurin verður lættari og tryggari hjá ferðafólki at fara.

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

3 – LEIRVÍK

Í árunum 1982-1987 var ein stórur útgrevstur á Toftanesi í Leirvík, har leivdir av eini norrønari búseting vórðu funnar. Fleiri húsaskap og ein rúgva av fornlutum komu undan kavi í útgrevstrinum og góvu eitt stórt innlit í elstu søguna hjá Føroyum.
Útgrevsturin prógvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum. Ætlanin er at rudda økið, byggja tað uppaftur, ið er rapað av gróti, lúka, endurnýggja gøturnar og møguliga flyta eitt skelti. Møguliga skal ein girðing/gelendari gerast um grótbrúnna, ið er um ánna millum toftirnar.

 

 

4 – FUGLAFJØRÐUR

Elligamla bygdagøtan millum Fuglafjørð og Hellurnar er ein vælumtóktur gongutúrur. Samlaði túrurin tekur áleið 1,5 tímar og er beint omanfyri 3 km langur. Ætlanin er at uppmerkja farleiðina betri og samstundis varpa ljós á vegin niðan á Altarið, har útsýnið á 484m er framúrskarðandi. Vit fara at merkja gøtuna frá fótbóltsvøllinum í Fuglafirði og niðan til Skarið. Ætlanin er eisini at byggja ein bonk og seta pílaskeltir upp.

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

5 – SLÆTTARATINDUR

Føroya hægsta fjall er 880 metrar høgt og eitt væl umtókt ferðamál. Trýstið frá økta ferðafólkatalinum seinastu árini hevur sett týðulig spor á leiðina millum tindin og parkeringsøkið, á umleið 390 hæddarmetrum, har túrurin byrjar. Veðrið kann skifta knappliga og tjúkk skýggj kunnu bráddliga krógva tindin. Tí er tað týdningarmikið at frámerkja við steyrum, soleiðis at gongufólk ikki villast. Ætlanin er eisini at gera ábøtur og fríðka gøtuna við parkeringsplássið.

 

6 – KALDBAK

Vakurt útsýnið yvir dalar og fjøll og eina ørgrynnu av smáum vøtnum seta sín dám á gomlu varðagøtuna millum Kaldbak og Signabø. Hetta er ein drúgvur og krevjandi túrur, men stórir varðar vísa veg.
Vit ætla at hampa um verandi varðar og annars seta niður steyrar. Gera leiðina um stíggið frá Kaldbak tryggari og rudda smágrót burtur. Neyðugt er at klintra upp um hegn og lendið er vátt í støðum, tí er ætlanin møguligar at seta litaðar stigar upp um hegn og drena, har tað er neyðugt.
Eisini er bratt á stígginum ignabømegin og kann tað kennast ótrygt. Tí er ætlanin eisini at gera eina góða leið við byrjan í Signabø.
 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

7 – GÁSADALUR

Hóast Gásadalstunnilin hevur knýtt heimskendu bygdina við vegakervið síðani 2006, so sigst at gamla bygdagøtan millum Bø og Gásadal verður brúkt meir enn nakrantíð. Einastandandi bygdagøtan verður vanliga kallað postrutan, og áðrenn tunnilin var tað postmaðurin og bygdafólki ið stóð fyri, at røkta gøtuna.  Í dag er gøtan serliga illa farin Gásadalsmegin, har nógv leyst grót er í støðum. Tí vilja vit, saman við haganum/høgunum umvæla gøtuna, so hon verður tryggari at ganga. 

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

8 – NÓLSOY

Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Túrurin gongur tvørturum mestsum alla serstøku oynna og endar við stásiliga vitan, sum varð bygdur í 1893. Síðani 2019 hevur Nólsoy verið við í Closed for Maintenance átakinum, og skeltir, steyrar og træbrýr leiða tey ferðandi uppum hamrar og tvørturum mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt.

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her

 

9 – SKARVANES

Túrurin til Guðrunarløk er ein væl dámdur og lutfalsliga lættur túrur at ganga frá Skarvanesi. Saman við bygdagøtunum Skarvanes-Dalur og Dalur-Húsavík gongur bygdagøtan í ring, og gongufólk kunnu enda túrin á sama stað, har túrurin byrjaði.
Í núverandi løtu eru tó nógvar ábøtur, ið skulu gerast, og fleiri av teimum eru átrokandi. Torført er at finna byrjanarstaðið við Guðrunarløk, skelti vænta í, og eingir steyrar vísa leiðina til fyrsta varðan. Samstundis eru fleiri hegn sum forða ferðslu, og tí skulu trappustigar og portur setast upp har tørvur er á tí.

 

Sí túrin á bygdagøtur.fo her
 

10 – FROÐBA

Mølin í Froðba er ein náttúruperla. Lendið á gøtuni er fyri tað mesta bøur, men nøkur laðað gróttrin eru eisini á gøtuni. Ætlanin er at grava og lúka um trapputrinini, og at gera eina góða gøtu oman til mølina. Eisini ætla vit at seta eitt portur í, har sum stik og fótatraðk er nú.
Umframt at gera tað lættari atkomuligt hjá gongufólki at fara oman í mølina, ið er eitt frítt stað hjá øllum at vitja, vil hendan gøtan eisini betra um umstøðurnar hjá ÍVF Neysting, ið hava skapt eitt serstakt ferðavinnutilboð í Suðuroynni, ið er tað einasta av sínum slag í Føroyum.