CLOSED FOR MAINTENANCE 2025

Í døgunum 1. - 3. mai 2025 verður Closed for Maintenance aftur á skrá og eru tað 9 ymiskar verkætlanir sum verða við. Sumt er framhald av undanfarnum verkætlanum, men fleiri nýggj støð eru eisini við hesaferð.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera hagagøtur og at gera betri leiðbeining við prestum og skeltum, so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum.

Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

 

Niðanfyri verða ymisku verkætlanirnar lýstar nærri.

1 – LEYNAR

Væl umtókta bygdagøtan millum Leynar og Oyggjarvegin, sum er væl umtókt leið hjá reiðfólki og gongufólki, er sjónliga slitin og treingir til viðlíkahald. Vit fara at umvæla fyrsta strekkið úr Leynum oman fyri Múlheiðar, har gøtan er serliga slitin. Meginparturin av arbeiðinum snýr seg um at beina vatnið frá gøtuni (at drena), so gøtan verður betri at ganga og og soleiðis at slitið frá nógvu vætuni verður avmarkað. 

2 – GJÓGV

Serliga í summarhálvuni eru nógv fólk at síggja við Gjógv, og túrurin niðan á Ovara Næsa er sera væl vitjaður. Gøtan sum gongur fram við gjónni yvir móti trappuni er slitin, og vit fara at umvæla so nógv av henni sum til ber. Onkrastaðni verður helst neyðugt at seta nøkur trin í lendið, aðrastaðni tilfar umframt at tað er neyðugt at drena, so vætan sleppur frá. 

3 – SKOPUN

Tætt við bygt øki í Skopun er vakara náttuúruperlan - Norðaravatn. Kommunan ynskir at gera økið meiri atkomiligt við eini lendisgøtu, so fólk lættari kunnu njóta náttúruvakra økið. Nýggj gøta verður gjørd oman til vatnið og síðani fram við vatninum so langt sum tíðin røkkur til. 

4 – KOLTUR

Koltur er lítil, men søgurík og náttúruvøkur oyggj. Fyrr ferðaðust fólk higar fyri at síggja Eiðisdammin, sum lá á Eiðinum, har Koltur er smalast. Tað var Niclas, pápi Niclas í Koltri, bátasmið, ið bygdi dammin, og um summarið lógu smá modellskip í hylinum. Ætlanin er nú at endurskapa henda søguliga dammin saman við fólkum frá Tjóðsavninum. 

5 – BØUR

Í Bø fara vit at umvæla og útbyggja eitt hugnaligt øki í bygdini. Í dag verður tað mest nýtt av bygdafólki, men ætlanin er at gera tað lættari at brúka og vitja fyri gestir í bygdini við nógvu ferðavinnutilboðunum. Onkur gøta skal viðlíkahaldast og endurbyggjast, skelti og vegvísing verða sett upp, og um tíð er til tess, verða trøð eisini plantað. Gist verður í Bø.

6 – TRONGISVÁGUR

Í Trongisvági er skótahúsið umvælt og gjørt hugnaligt til kampingpláss og gestir tess. Til ársins Closed for Maintenance fara vit at gera eina gøtu framvið skótahúsinum, ið verður áleið 60 metrar lang. Gøtan førir til ein foss, har ein bonkur veråur settur til fólk at njóta umhvørvið.  Gist verður í skótahúsinum í Trongisvági.

7 – NÓLSOY

Túrurin út á Borðuna og heim aftur til bygdina tekur umleið 4-5 tímar. Túrurin gongur tvørturum mestsum alla serstøku oynna og endar við stásiliga vitan, sum varð bygdur í 1893. Síðani 2019 hevur Nólsoy verið við í Closed for Maintenance átakinum, og skeltir, steyrar og træbrýr leiða tey ferðandi uppum hamrar og tvørturum mýrilendið. Í ár fara vit at halda á fram, byggja trin og drena har tað er neyðugt. Sí túrin á bygdagøtur.fo her.

8 – GØTA

Vit fara at merkja leiðina niðan á Støðlafjall og Fransaholuna, so hon gerst lættari at finna og ferðast eftir. Tú fert at hjálpa við at finna besta veg til hellið og gera leiðina tryggari.

Hetta er ein góður møguleiki at varðveita føroyska mentanararvin og gera staðið lættari atkomuligt fyri bæði føroyingar og ferðafólk.

9. TÓRSHAVN

Bygdagøtan til Kirkjubøar skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Nýggj skelti skulu eisini setast upp við gøtubyrjan og steyrar setast, har varðar mangla.