CLOSED FOR MAINTENANCE – TILMELDING

Upplýsingar

Næstu arbeiðsdagarnir eru 21. og 22. apríl 2023.

GISTING OG MATUR

Tú verður boðin at gista á arbeiðsstaðnum og vit mæla til at taka av hesum møguleika. Gistingin er við í kostnaðinum. Verkætlanarleiðarin, á tí verkætlanini tú kemur á, vendir sær til tín hesum viðvíkjandi.

Umframt máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn leygarkvøldið 22. apríl.

ALDURSMARK

Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn 21. apríl 2023 fyri at luttaka.

LUTTØKUGJALD OG TILMELDINGARFREIST

Tilmeldingin er persónlig og bindandi.

Av skattligum orsøkum verður eitt luttøkugjald á kr. 200,- tikið.

Teir fyrstu føroyingarnir, sum tekna seg og rinda kr. 200,-, verða partur av arbeiðstoyminum.