FERÐAVINNUSTUÐUL
Tvær ferðir um árið verða stuðulsumsóknir viðgjørdar í Visit Faroe Islands, um várið og um heystið. Tað er nevndin í Visit Faroe Islands, ið viðger tær umsóknir, ið eru komnar inn í tíðarskeiðnum síðan undanfarna stuðulsumfar.
Tað er altíð gjørligt at senda inn umsóknir um stuðul og umsøkjarin fær vanliga svar beint eftir, at nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar. Vanliga eru freistirnar at søkja um stuðul fyrst í apríl og fyrst í oktober. Til hvørt stuðulsumfar verður lýst við møguleikanum at søkja um stuðul eins og kunngjørt verður í sama viðfangi, nær umsóknarfreistin er.
Visit Faroe Islands umsitur í løtuni eina stuðulsskipan til almennar ferðavinnuverkætlanir. Ferðavinnustuðulin til vinnuligar verkætlanir varð fyribils steðgað vegna sparingar í 2022. Niðanfyri ber til at lesa meiri um stuðulsskipanirnar, umsóknartreytir og mannagongdir.