HÓPFÍGGING

Tað er Føroyska vinnuframaskipanin; Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands, sum standa aftanfyri Hópfíggingarportalin.

Endamálið við Hópfíggingarportalinum er at stuðla upp undir og menna íverksetan í Føroyum við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.

Við Hópfígging (crowdfunding), ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Hópfígging ger tað møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlaninum sum fangar teirra áhuga.

Ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan er vælkomin at senda sítt hugskot inn. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á síðuni ígjøgnum tekst, myndir, video osfr.

Ring ella skriva til hópfígging um meira kunning, og hvussu tú kanst fáa tína verkætlan á hópfíggingarportalin á iverksetan@iverksetan.fo ella tlf. +298 239501 / 239502.

Sí meira um hendan spennandi møguleikan á hopfígging.fo