• slider category icon

VERKÆTLANARLÝSING

Landbúnaðarferðavinna er vorðin viðurkend sum eitt týðandi íkast til burðardyggari landbúnaðarvirksemi, har ferðavinnan kann vera við til at góðska landbúnaðarvørur og skapa ein eftirspurning eftir fleiri nýggjum vørum og upplivingum, ið eru grundaðar á landbúnaðarvirksemið. Ferðavinnan í Føroyum er framvegis nýggj og nógv fleiri menningarmøguleikar eru í samanrenningini millum landbúnað og ferðavinnu her. 

Endamálið við verkætlanini er at seta ferð á hesa menning við átøkum, ið yvirskipað snúgva seg um at leggja lunnar undir eina samskipaða og nýskapandi landbúnaðarferðavinnu, ið gagnnýtir menningarmøguleikarnar.

Umframt at skapa eitt størri útboð av vørum og tænastum innan landbúnaðarferðavinnu, er tað eisini eitt endamál við verkætlanini at betra um sambandið millum matvøruframleiðarar og brúkaran (vinnuligt og privat) við skipanum, ið kunnu tryggja góðsku og veitingar. Endamálið er at stimbra føroyska matframleiðslu, so vit fáa ein størri føroyskan matmarknað og matstovur, heimablídni v.m., sum í størri mun enn í dag kunnu byggja sítt virksemi á føroyskar vørur. 

Jarðareigarar hava eitt sera gott útgangsstøði at bjóða vitjandi vørur og tænastur við høgari góðsku. Fleiri hava longu sæð møguleikarnar og eru farin inn í ferðavinnuna við veitingum, tænastum og vørum, ið taka støði í egnari framleiðslu ella við øðrum virksemi, ið hevur tilknýtið til siðbundið seyðahald. Virksemið er tó ikki samskipað og í dag er ikki nakað skipað samstarv ella netverk á økinum, ið kann hava við sær at menningarmøguleikarnir verða betri troyttir. Verkætlanin skal kanna grundarlagið fyri slíkum samstarvi og skipanum, ið kunnu tryggja framhaldandi menning á økinum. 

Samstarv millum Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin

Verkætlanin er skipað sum eitt samstarv millum Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin, ið fíggja hvør sín helming av verkætlanini. 

Settur verður ein tilvísingarbólkur við 3-5 umboðum, ið hevur uppgávuna at fylgja arbeiðinum og at ráðgeva í tilgongdini. Samstarvið verður nærri skipað, tá eitt verkætlanafólk er sett, m.a. við at avtala eina neyvari tíðarætlan við regluligum fundum og eini endaligari freist fyri, nær frágreiðingin skal handast bólkinum.

Ætlanin er at tilgongdin endar við eini ráðstevnu, har m.a. frágreiðingin verður løgd fram, har breiðari kunning verður um ferðavinnu og landbúnað og har stungið verður út í kortið, hvat skal henda við verkætlanini framyvir.

Verkætlanin er sum útgangsstøði sera opin og verkætlanarfólkið fær stórt frælsi til sjálv(ur) at mynda tilgongdina og at leggja arbeiðið til rættis. 

Starvið*

Sóknast verður eftir framfýsnum verkætlanarfólki at standa á odda fyri arbeiðinum. Starvið verður í fyrstu syftu sett í eitt hálvt ár. Hetta fyrsta hálva árið er uppgávan at eyðmerkja og lýsa avbjóðingar og møguleikar á økinum og at orða eina frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk, ið kunnu vera grundarlag undir eini sterkari landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Harumframt eigur frágreiðingin at innihalda eina greiða íverksetanarætlan, ið er grundað á tað, sum ber til at fremja á føroyska marknaðinum nú og sum frá líður. Ein partur av hesum arbeiði er at kanna, hvussu onnur lond og øki hava skipað seg á økinum, t.d. við at vitja útvald støð í útlandinum.

Eftir at frágreiðing, tilmæli og íverksetanarætlan eru framleidd og løgd fram fyri partarnar, verður støða tikin til, hvussu arbeiði skal skipast framyvir og møguleiki er tá fyri at verkætlanin verður longd. Møguleiki er fyri, at  verkætlanarfólkið kann halda fram sum íverksetanarstarvsfólk, ið fær uppgávuna at seta átøkini í frágreiðingini í verk. 

*Starvið verður sett í næstum.