UPPMERKING AV VARÐA- OG BYGDAGØTUR
Visit Faroe Islands er farið undir at skráseta og merkja varða- og bygdagøturnar. Tað verður gjørt, so lættari verður at ganga í fjøllunum.
STEYRAR
Samstarvað verður við verkstaðin Vón, ið ger prestarnar, sum vísa gøtuna. Prestarnir eru í fýra ymiskum litum. Vit mæla til, at liturin á steyrinum samsvarar við torleikastøði á túrinum. Torleikastigi verður mett útfrá ásettum forskriftum og er skrásett í Hiking Faldara ella á okkara hiking heimasíðu.
Veljast kann ímillum hesar litir: Grønt, ljósablátt, reytt og myrkablátt/svart.
Tá ið gonguleiðin verður uppmerkt við steyrum er upplagt at mála t.d. portur, stig, stigar uppum hegn, steinar, SEV pelar v.m. í sama liti sum túrurin. Aftrat hesum hava vit eisini myndaformar til láns, um tað er hóskandi at fáa varðar málaðar í vegin (sí dømi niðanfyri). Hetta kann gerast í hvítum, ella sum nevnt omanfyri í litum ið vísa á torleikastøði. Avtala má gerast við tey ið varða av vegnum.
Um málingina: Flügger Wood Tex 04 basa.
Litkotur:
Antikblá (ljósablá): U572
Reyð: S3560-Y90R
Steyrarnir eru í tveimum longdum – 50 og 60 cm. – alt eftir, hvussu djúpt áskotið er (tak niður vegleiðing niðanfyri).
ÁVÍSING TIL TÚRABYRJAN
Pílarnir á ávísingarskeltinum peika á hvønn veg, ein skal ganga fyri at koma til túrin (Stødd 16×16 cm). Sí s. 20-23 í Varða- og Gongutúra Sniðhandbók ið kann takast niður niðanfyri.
PÍLASKELTTI
Tá ið ein gøta fer í tvey er gott at vísa á hetta við pílaskeltum. Hesi kunnu eisini nýtast har ein heldur at ávísingarskeltini eru ov lítið sjónsk.
Tey, ið ynskja steyrar, ávisingar- ella pílaskelti til túrabyrjan kunnu venda sær til kommununa ella kunningarstovuna, ið fáa steyrar frá Visit Faroe Islands við at skriva á teldupost alda(kurla)visitfaroeislands.com ella ringja á 556133.