FRÁ HUGSKOTI TIL VERULEIKA
Sum partur av okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna fram í móti 2025 ’At menna og varðveita um somu leið’, er hornasteinur #3 ‘Vitan og Førleikamenning’.
Undir hesum partinum er eitt av átøkunum, at vit fara at menna og seta í verk førleikamennandi átøk kring alt landið at stuðla nýggjum átøkum og vinnuligum tilboðum.
Hollari vitan og førleikamenning er neyðug, vilja vit tryggja dygdargóðsku, so at vit eru kappingarfør mótvegis altjóða leikarum á marknaðinum. – Menningarætlan fram ímóti 2025
Førleikamennandi átøk fyri ferðavinnuveitarar kring landið verða lýst í miðlunum og á whatson.fo. Harumframt eru vit á Visit Faroe Islands altíð til reiðar at koma við góðum ráðum og ráðgeving. Tú kanst venda tær til okkum við at senda teldupost á info(a)visitfaroeislands.fo ella at ringja á tel. 666555.
10 STIG AT KOMA VÆL FRÁ BYRJAN, TÁ IÐ TÚ BYRJAR TÍNA FERÐAVINNUVØRU ELLA -UPPLIVING
- Gjøgnumgangið tykkara virkisætlan ella sonevnda business modell. Setið tykkum í samband við Íverksetarahúsið ella Hugskotið fyri at fáa ráðgeving um hetta.
- Kanna, um økisnavnið við tínum navni er tøkt á nic.fo og bl.fo. Skráset teg somuleiðis á Instagram (við business profile) og Facebook page, soleiðis at tú eigur navnið á sosialum miðlum.
- Tak avgerð um virkisform. Avgerð ein virkisform, skal tú hava eitt einstaklingavirki, íverksetarafelag, smápartafelag ella partafelag. Tú kanst eisini biða um ráðgeving hesum viðvíkjandi frá Hugskotinum í Havn og Íverksetarahúsinum í Klaksvík.
- Prísáseting. Royn ætlanina og prís við kunningarstovur, Visitfaroeislands, ferðasmiðir og ferðaskrivstovu
- Tryggja tær gott samstarv við lokalu kunningarstovuna og aðrar veitarar í nærumhvørvinum.
- Kanna tínar stuðulsmøguleikar. Yvirlit yvir stuðulsskipanir sæst her. Møguleiki er eisini fyri hópfíggingarleisti. Les meira um hópfígging her
- Tryggja tær eina góða bókhaldsskipan ella bókhaldara.
- Hvar skal vøran bjóðast út? Á tínari egnu heimasíðu og sosialum miðlum og/ella gjøgnum onnur: GuidetoFaroeIslands, hiking.fo, eatlocal.fo, á kunningarstovusíðuni, whatson.fo osfr.
Tað er týdningarmikið, at tú lýsir vøruna frá sínari bestu síðu við góðum myndum og sigandi teksti, ið lýsir vøruna ella upplivingina. Hetta kanst tú fáa hjálp til frá áður nevndu lýsingapallum, um tað hevur áhuga. - Innanhýsis marknaðarføring: minnist til at kunna vinnuna í Føroyum, kunningarstovur, Visit Faroe Islands, ferðaskrivstovur v.m. Bjóðið t.d. teirra starvsfólkum at vitja tykkara nýggju uppliving. Tá er lættari hjá teimum at selja hugskotið víðari.
- Tá ið kundin hevur vitjað, minnist til at fáa afturmeldingar og ummæli. Deilið viðmæli á tykkara síðu og lurtið eftir afturmeldingum frá gestum og brúkið hesar til víðari menning.