STYRK TÍNAR SOSIALU MIÐLAR
Vilt tú læra meira um, hvussu tú kanst røkka út til ferðafólk á sosialum miðlum?
Verkstovurøðin ‘Styrk tínar sosialu miðlar’ er liður í arbeiðnum hjá Visit Faroe Islands at førleikamenna einstaklingar og fyritøkur, ið royna at røkka út til ferðafólk. Sosialu miðlarnir eru alneyðug amboð fyri at halda samband við fólk kring heimin.
Niðanfyri eru læruríkar framløgur frá ymiskum verkstovum um, hvussu tú fært sum mest burturúr tínum sosialu miðlum.
Ráðgeving
Hevur tú tørv á ókeypis ráðgeving um, hvussu tú kanst røkka út til ferðafólk á sosialum miðlum, kanst tú seta teg í samband við Hugskotið og Íverksetarahúsið. Tú kanst eisini altíð seta teg í samband við Visit Faroe Islands ella kunningarstovurnar kring landið, um tú ynskir eitt kveikjandi prát um marknaðarføring av tínari ferðavinnufyritøku.