LÆR AT ‘BRANDA’ TÍNA FERÐAVINNUFYRITØKU Á TALGILDU MIÐLUNUM

Munurin millum marknaðarføring og branding er sera týdningarmikil, tá talan er um at samskifta við málbólkar. Í stuttum kann sigast, at marknaðarføring snýr seg um at fáa tína vøru út á marknaðin, t.d. við lýsingum, á sosialum miðlum, umvegis heimasíður osfr., ímeðan brandið fortelur, hvør tín fyritøka er og hvat hon umboðar. Áðrenn tú byrjar at marknaðarføra, hevur tað stóran týdning, at tú ert greið/ur yvir, hvat títt brand er, ella við øðrum orðum, hvat tín vøra umboðar og harvið, hví fólk skulu keypa frá júst tær.

Á fyrilestrinum hevur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen greitt frá, hvussu fyritøkur í ferðavinnuni kunnu ‘branda’ seg á talgildu miðlunum. Sissal er Cand. Merc. innan Design & Communication Management og hevur alla sína yrkisleið arbeitt við branding, re-branding og samleika – bæði í egnari fyritøku og sum undirvísari og ráðgevi.

“Eg fara at geva áhoyrarunum eitt snarskeið í grundleggjandi ástøðum innan branding,” sigur Sissal áðrenn framløguna. “Vit fara at umrøða, hvørjar spurningar ein ferðavinnuveitari eigur at seta sær, fyri at finna útav, hvørji virði og hvønn samleika hann skal endurspegla, til dømis á sosialu miðlunum og í beinleiðis samskifti umvegis teldupost og viðmerkingum á netinum. Eisini fari eg at koma við ‘best practice’ dømum um ferðavinnufyritøkur, sum duga væl at brúka sítt brand.”

TAK NIÐUR FRAMLØGUNA NIÐANFYRI

KAREN SISSAL KJ KRISTIANSEN

Lær at ‘branda’ tína ferðavinnufyritøku á talgildu miðlunum
BUTTON LABEL

LES MEIRA