RØKK FLEIRI Á SOSIALU MIÐLUNUM

HVUSSU RØKKI EG FLEIRI VIÐ MÍNUM INSTAGRAM VANGA?

 

HVAT KANN EIN INSTAGRAM VANGI:

  • er ein sýnisgluggi fyri títt vørumerki – ein miðil til marknaðarføring, ið økir um tilvitskuna um vøru tína
  • er ein nýggjur samskiftisháttur við kundar og onnur áhugað
  • styrkir persónliga sambandið millum teg og kundan og/ella økir um søluna
  • ger at tú røkkir fleiri og at tú hevur ein nýmótans miðil til at samskifta við tín málbólk

 

So hví ikki brúka tað – serliga tá ið tað nú er ókeypis.

 

SOLEIÐIS BYRJAR TÚ:

  • stovna tær ein Instagram vanga: skriva eina stutta ‘bio’ (lýsingartekst um teg/tína fyritøku), set kontakt upplýsingar inn, umframt eina vangamynd av tær ella av tínum búmerki
  • legg eina framtíðarætlan fyri, hvat tilfar tú leggur út, so ein reyður tráður er í samlaða myndasavninum
  • skapa tær eina greiða fatan av tínum visuella stíli, og hvussu tú ynskir tín vangi skal síggja út
  • hav ein virknan vanga – t.e. at tú mást gera uppsløg javnan og við jøvnum millumbilum, t.d. 2-5 ferð um vikuna
  • tað er gott at blanda hágóðsku myndir og myndir frá øðrum Instagram brúkarum, so innihaldið broytist
  • legg teg eftir at hava ein vanga, ið er í javnvág og er samanhangandi
  • legg teg eftir at nýta einfalt og vakurt myndatilfar
  • ver virkin á Instagram. Tað ger ein við at svara boðum og viðmerkingum undir tínum myndum, eins og undir viðkomandi myndum hjá øðrum brúkarum

 

TÁ IÐ TÚ LEGGUR ÚT:

  • vel einans myndir, ið síggja gott út
  • “geo-tagga” og “cross-tagga”
  • nýt User Generated Content (brúkara framleitt innihald)
  • nýt stuttan og greiðan myndatekst (tá ið storytelling ikki er endamálið)
  • nýt fá #hashtags í myndartekstinum, í mesta lagi fimm
  • Set upp til áleið 30 #hashtags í sum viðmerking undir uppslagnum. Tað er gott at endurnýta nøkur av teimum somu og at skifta nøkur út við tíðini
  • frámerkið altíð myndafólk, og bið um loyvi at deila myndir, sum tú ikki eigur
Sí mynd omanfyri við neyvari lýsing

GÓÐ RÁÐ Á VEGNUM:

  • legg einans viðkomandi tilfar út
  • legg “karrusell” uppslag (t.e. tá fleiri myndir eru í sama uppslagi) út fyri at fortelja longri søgur
  • seint men sikkurt er leiðin fram
  • ger avtalur við myndafólk, so góðskan á tínum vanga er høg
  • tað ber til at deila beinleiðis av tínum Instagram vanga á tín Facebook vanga

 

Fylgir tú ráðunum omanfyri eru allar fortreytir til staðar fyri at tú kanst menna ein góðan og vælvitjaðan Instgram-vanga. Tað kann vera ein sera effektivur miðil til marknaðarføring og sølu, men ein góður og effektivur Instagram-vangi krevur regluligt arbeiði, eina tilvitaða nýtslu og viðlíkahald.

Fá góð ráð, um storytelling (søgukynstur) á Instagram og um, hvussu tú lætt kann betra um góðskuna á myndum tú tekur, við at taka niður framløguna í fullari longd.

TAK NIÐUR FULLA FRAMLØGU HJÁ HANNES BECKER

Røkk fleiri á sosialu miðlunum
tak niður

LES MEIRA