ENDAMÁL
VISIÓN
Ferðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.
MISSIÓN
Visit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.
– Visit Faroe Islands skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum!
– Visit Faroe Islands skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.