ENDAMÁL

VISIÓN

Ferðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

MISSIÓN

Visit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.

– Visit Faroe Islands skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum!
– Visit Faroe Islands skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

MÁL

Yvirskipaða málið hjá Visit Faroe Islands er at økja um umsetningin í føroysku ferðavinnuni, úr uml. 400 mió. kr. í 2011 til 1 milliard í 2020. Talið av gistingum skal sama tíðarskeið vaksa úr 90.000 til 200.000, og talið av arbeiðsplássum í ferðavinnuni skal økjast við 450 (einki absolutt tal fyriliggur í dag).