HVÍ FERÐAVINNA?

Ferðavinnan hevur ágóðar fyri føroyingar og føroyska samfelagið – á beinleiðis og óbeinleiðis hátt.

Her eru nøkur dømi um, hvørja ávirkan ferðavinnan hevur á føroyingar og føroyskar fyritøkur kring alt landið, og á føroyska samfelagið sum heild.

Fyri nøkrum fáum árum síðani, vóru tað fleiri fólk, ið fluttu av landinum enn heim til Føroyar. Ferðavinnan er ein av fleiri orsøkum til, at gongdin er vend seinastu árini. Hon hevur havt leiklut í, at Føroyar nú hevur fleiri og betri tilboð at bjóða sínum íbúgvum, og at Føroyar er eitt meira fjølbroytt samfelag. Tað verður javnan tikið til, at fólk velja at flyta heim, tí Føroyar nú eru eitt meira spenanndi samfelag enn fyri nøkrum árum síðani.

Hjørdis í Dávastovu flutti fyri kortum heim til Føroyar við sínari familju. Hon sigur, at tey tilboð og tað fjølbroytni, ferðavinnan skapar í Føroyum, hevði týðandi ávirkan á avgerð teirra at flyta heimaftur.

Nógvir føroyingar leiga íbúðir ella hús til útlendsk ferðafólk. Hendan inntøkan er kærkomin hjá mongum og er ein beinleiðis inntøka til viðkomandi, ið leigar út.

Tróndur Niclasen, sum er bóndi, valdi at gera eina íløgu í nøkur frítíðarhús í Bø. Hann sigur, at ferðavinnan skapar nýtt grundarlag og størri fíggjarligt rásarúm at virka sum bóndi á bygd.

At útlendsk ferðafólk keypa mat á føroyskum matstovum hevur við sær, at matstovur kring landið hava eitt betri fíggjarligt grundarlag at standa á. Í summum førum er keypsorkan hjá útlendskum ferðafólkum ein fortreyt fyri, at matstovan letur upp ella heldur á at virka.

Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, ið rekur 14 matstovur, metir, at 60% av matstovum í Føroyum høvdu stongt, um ferðavinnan ikki var.

Ein fyrimunur við ferðavinnuni er, at hon kann vera eitt týdningarmikið ískoyti í økjum kring landið, har tað kann vera torført at hava virksemi.

Sum til dømis í Nólsoy, har Hervør Hansen, sum rekur Matvørubúðina, veruliga merkir mun, tá ið summarið og ferðafólkini koma. Hon sigur, at sølan til útlendsku ferðafólkini er eitt sera gott ískoyti til teirra virksemi.

Vit síggja fleiri dømi um júst tað sama kring alt landið.

Ein økt ferðavinna hevur við sær, at størri kapping er á flutningsmarknaðinum. Hetta førir millum annað við sær meira kappingarførar prísir á flogferðaseðlum, og at útboðið av ferðamálum verður størri. Hetta kemur ikki bara útlendskum ferðafólkum til gagns, men eisini føroyingum, ið ynskja at ferðast uttanlands.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at ferðavinnan ger ferðaseðlarnar munandi bíligari fyri okkum føroyingar.

Ferðavinnan er ikki bara góð fyri fyritøkur, ið arbeiða innan vinnuna. Hon hevur óbeinleiðis ávirkan á fyritøkur kring landið, ið ikki arbeiða innan ferðavinnuna.

Magnus V. Andersson, sum arbeiðir á Steinprent í Tórshavn, sigur, at útvið helvtin av søluni hjá Steinprent stavar frá útlendskum ferðafólki.

At fleiri ferðafólk ferðast sjóvegis hevur við sær, at tað er møguligt hjá flutningsfyritøkum at virka alt árið.

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at økta ferðavinnan tryggjar eitt støðugt sjóvegis samband út í heim alt árið.

Gunnar Skúvadal, sum rekur Sjóferðir í Vestmanna, hevur bjóða túrar við báti í 30 ár. Ein økt ferðavinna seinastu árini hevur gjørt, at meira liggur eftir á botnlinjuni.

Hann sigur, at ferðavinnan er ein Guds gáva til okkum føroyingar.

Ein økt ferðavinna hevur skapt nýggj, spennandi størv innan fleiri vinnur, t.d. innan flutning, matstovur, ferðaleiðarar, gisting, osfr.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at ferðavinnan skapar nýggj og fjølbroytt størv kring alt landið.

Caféin á Mølini er eitt gott dømi um, at tað er møguligt at skapa nakað nýtt og spennandi á útoyggj, sum bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk fáa gagn av.

Birita Dalsgaard Olsen, sum rekur caféina á Mølini á Sandoynni, sigur, at ferðavinnan gjørdi munin. Tá ið tey lótu upp, var fult hús stórt sæð hvønn dag.

Myrna Lind Jacobsen er ein av trimum, ið hava ábyrgd fyri Café Old School í Hvannasundi. Skúlin stóð tómur í nógv ár, áðrenn tær tríggjar sóðu ein møguleika at skapa nakað nýtt.

Hvannasund plagdi at vera eitt stað, sum ferðafólk ferðaðust ígjøgnum fyri at koma til eitt annað stað. Í dag steðga fólk á og skapa lív í bygdina. Café Old School hevur havt vitjandi úr øllum heiminum, millum annað úr Ný Sælandi, Kanada og Suður Afrika.