• slider category icon

VERKÆTLANARFÓLK

Vilt tú menna landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum?

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Agrotourism ella landbúnaðarferðavinna snýr seg í stuttum um at menna tilboð, vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í landbúnaðarvirkseminum. 

Verkætlanin er skipað sum eitt samstarv millum Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin.

Endamálið við verkætlanarstarvinum er at menna karmarnar um eina væl skipaða landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Umframt at virka fyri einum størri úrvali av vørum og tænastum innan landbúnaðarferðavinnu, ereitt endamál við verkætlanini eisini at skapa betri samband millum matvøruframleiðarar og brúkaran (vinnuligt og privat) við skipanum, sum kunnu tryggja góðsku og veitingar. Endamálið er at stimbra føroyskari matframleiðslu, so vit fáa ein størri føroyskan matmarknað, matstovur, heimablídni v.m., sum í størri mun enn í dag kunnu byggja sítt virksemi á føroyskar vørur. 

Starvið

Starvið verður í fyrstu syftu sett í hálvt ár. Hetta fyrsta hálva árið er uppgávan at eyðmerkja og lýsa avbjóðingar og møguleikar á økinum og at orða eina frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk, ið kunnu vera grundarlag undir eini sterkari landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. 

Eftir at frágreiðing, tilmæli og íverksetanarætlan er framleidd og løgd fram fyri partarnar, verður støða tikin til, hvussu arbeiði skal skipast framyvir og møguleiki er tá fyri at verkætlanin verður longd og at sami persónur kann halda fram sum íverksetanarstarvsfólk.  

Verkætlanarfólkið vísir til og sparrar í tilgongdini við ein bólk,  mannaður við fólki frá landbúnaðinum og ferðavinnuni. 

Førleikakrøv og løn

Sóknast verður eftir einum framfýsnum verkætlanarfólki, ið dugur at síggja møguleikar og loysnir, ið kunnu føra til eina burðardygga landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur vitan og førleikar, ið hava tilknýti til ferðavinnuna og/ella landbúnaðin. Somuleiðis kann tað vera ein fyrimunur um umsøkjarin hevur royndir við verkætlanarleiðslu og at skipa nýggj samstørv. 

Tað er ein treyt, at umsøkjarin hevur góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu, at viðkomandi dugir at leggja arbeiðið væl til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanini. 

Verkætlanarfólkið fær skrivstovu í hølunum hjá Búnaðargrunninum á R. C. Effersøesgøtu 4. 

Starvið verður lønt sambært viðkomandi sáttmála. 

Umsókn 

Svar uppá spurningar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóhan Paula Helgason, menningarleiðara á Visit Faroe Islands á tlf. 556131.

Umsókn við prógvum v.m. skal sendast við t-posti til : johanp@visitfaroeislands.com

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. novembur 2022

Verkætlanin byrjar eftir ætlan 1. januar 2023.