VISIT FAROE ISLANDS MÆLIR FERÐAFÓLKI FRÁ AT KOMA TIL FØROYAR Í MARS OG AVLÝSIR TILTØK

Landsstýrið heitir í dag á felagsskapir, vinnulív og føroyingar sum heild at taka øll neyðug fyrivarni, so vit framhaldandi hava tamarhald á støðuni viðv. Corona smittuni.

Visit Faroe Islands tekur undir við tilmælinum og mælir fyribils øllum ferðafólkum frá at koma til Føroyar í mars mánað. Alt marknaðarføringstilfar verður tillagað og Visit Faroe Islands avlýsir ella útsetir somuleiðis øll tiltøk komandi tíðina, ið savna nógv fólk. Sostatt verður stóra átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism,” ið skuldi vera 16-17. apríl, útsett og stóra ferðavinumessan “Visit Faroe Islands Fam-shop” fyrst í mai verður avlýst.

“Vit eru sera hørm um hesa støðuna, sum fer at hava stórar avleiðingar fyri spírandi føroysku ferðavinnuna. Vit eru tó sannførd um, at tað einasta rætta er at avmarka ferðafólkaferðsluna til Føroyar so nógv sum til ber. Vit eru eisini sannførd um, at vit í felag fara at megna hesa støðuna og at menningin innan ferðavinnuna fer at halda áfram, tá smittuvandin er av,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.