ÁTØK INNANLANDS

Føroyar eru vertir fyri einum stórum ferðavinnutiltøkum á hvørjum ári.
 

VISIT FAROE ISLANDS 25. – 28. apríl. 

VISIT FAROE ISLANDS tiltakið er eitt árligt átak, sum ein samlað føroysk ferðavinna stendur aftanfyri. Endamálið við VISIT FAROE ISLANDS er at geva útlendskum ferðasmiðjum høvi at uppliva Føroyar sum ferðamál. Við at bjóða teimum til Føroyar, fáa tey møguleika at hitta umboð fyri ferðavinnuna og síggja hvat tey hava at bjóða. Harumframt taka tey sjálvi lut á útferðum, sum vísa landið fram og harvið síggja tey hvørji tilboð, vit hava at bjóða ferðafólkum.

Nærri kunning um VISIT FAROE ISLANDS 2020 fæst her.
 

VESTNORDEN 24. - 25. september
Føroyar eru vertir fyri Vestnorden fjórða hvørt ár, næstuferð verður í 2024. 
Nærri kunning fæst her.