BRANDIÐ

Visit Faroe Islands arbeiðir við brandinum The Faroe Islands – Unspoiled, Unexplored, Unbelievable. Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland alsamt kunnu standa sterkari og blíva meira sjónligar.

 

Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland skal taka útgangsstøði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.

Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað.

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”.

Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.

Nýggja brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.

BRÚK AV BRANDINUM

Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni verða boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

Harafturat koma vit at eggja øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, osfr.

Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast. Brandbókin vísur leiðreglur fyri, hvussu tit, sum eru aktørar í ferðavinnuni, kunnu nýta tað nýggja ferðavinnubrandið.

Brandbókin gevur eisini eitt nærri innlit í konseptið og kjarnuna í brandinum og er ætlað øllum áhugabólkum, sum hava við marknaðarføring av føroyskari ferðavinnu at gera.

BRANDBÓK

TAK NIÐUR