Í ÚTLENDSKUM MIÐLUM

Góð umrøða í útlendskum miðlum er ein týðandi partur av marknaðarføringini av einum hvørjum ferðamáli. Fjølmiðlaferðir, har útlendskir miðlar frá góðum ferðavinnubløðum ella dagbløðum, verða boðin til Føroyar, hevur tí í fleiri ár verið ein týðandi partur av okkara marknaðarføring. Greinir av fjølmiðlafólkum verða sæddar sum objektiv lýsing av einum ferðamáli og hava tískil eitt nógv størri virði enn t.d. lýsingar hava, og eru eisini væl bíligari. Fjølmiðlatúrar verða framdir í tøttum samstarvi við flutningsfeløgini, gistingarhús, bilútleigarar, túrfyriskiparar o.o.

Her kanst tú lesa greinar og bloggar, og síggja filmar, sum útlendskir miðlar hava skrivað og framleitt um Føroyar.