TILFAR

Visit Faroe Islands hevur ymiskt tilfar, sum fyritøkur og fólk kunnu nýta í teirra marknaðarføringsarbeiði.

MYNDIR OG FILMAR

Niðanfyri eru myndir og filmar, ið ferðavinnan í Føroyum kann brúka í sínum arbeiða at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Loyvið at nýta myndirnar verður givið treytað av, at treytirnar fyri nýtslu av myndum verða fylgdar:

  • Myndirnar í hesum myndasavninum hjá Visit Faroe Islands kunnu brúkast av ferðavinnufyritøkum í Føroyum uttan kostnað. Myndirnar kunnu bert nýtast í marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.
  • Eftir at myndirnar eru tiknar niður, kunnu tær bert nýtast til tilskilaða endamálið.
  • Myndirnar kunnu ikki latast til triðja part.
  • Myndirnar kunnu ikki nýtast í beinleiðis handilsligari nýtslu. Hetta merkir, at myndirnar ikki kunnu nýtast í marknaðarføring av ítøkiligum produktum, ið skulu seljast. Sum eitt dømi kann nevnast gerð av postkortum.
  • Navnið av myndafólkinum skal framganga, tá myndir verða nýttar. Myndirnar kunnu broytast við “cropping”, men myndirnar skulu ikki manipulerast ella broytast annars.

Um so er at omanfyri nevndu treytir ikki eru hildnar, so átekur Visit Faroe Islands sær rættindi til frítt at kunna taka inn aftur brúksrættin til myndir úr savninum og/ella at útihýsa brúkaran frá at nýta okkara myndasavn.

Myndir og filmar kunnu takast niður við at trýsta á tær ymisku leinkjurnar niðanfyri. Fyri at fáa atgongd til tilfarið, er neyðugt at hava eitt loyniorð. Hetta fært tú við at senda ein teldupost til info@visitfaroeislands.com har tað verður greitt frá, at tygum tørvar eitt loyniorð til myndasavnið.

AMBOÐSKASSIN

Eisini ber til at nýta amboðskassan, ið er kassin við øllum hentum amboðum til tína framløgu um Føroyar. Myndir, filmar og kunning. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum – alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Fyritøkur og skúlaflokkar eru eisini vælkomin at biðja um tilfar.

MYNDASAVN

Fyri at fáa atgongd til myndasavnið, er neyðugt at hava eitt loyniorð. Hetta fært tú við at senda ein teldupost til info@visitfaroeislands.com, har tú greiður frá, at tær tørvar eitt loyniorð.
TAK NIÐUR

DØMI UM MYNDIR, IÐ KUNNU TAKAST NIÐUR

FILMAR OG "BRANDING" MYNDIR

SUMMARFILMURIN

Síggj/tak niður

VETRARFILMURIN

Síggj/tak niður

"BRANDING" MYNDIR

Síggj/tak niður