CLOSED FOR MAINTENANCE – TILMELDING

Upplýsingar

Arbeiðsdagarnir eru 5. og 6. mai 2022. Tú verður boðin at koma til tiltak í Bø 4. mai har ið samlaða toymið fær nærri kunning um tiltakið, fólk vera koyrd í bólkar o.a. praktiskt.

Tað er ikki eitt krav at verða við til tiltakið í Bø.

GISTING OG MATUR

Máltíðir arbeiðsdagarnar verða latnar av verkætlanini (morgunmat, miðmála og døgurða).

Umframt máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn fríggjakvøldið 6. mai.

Tú verður boðin at gista á arbeiðsstaðnum og vit mæla til at taka av hesum møguleika. Tú ert eisini vælkomin at finna gisting sjálv/ur. Gistingin er við í kostnaðinum. Verkætlanarleiðarin, á tí verkætlanini tú kemur á, vendir sær til tín hesum viðvíkjandi.

ALDURSMARK

Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn 5. mai 2022 fyri at luttaka.

LUTTØKUGJALD OG TILMELDINGARFREIST

Tilmeldingin er persónlig og bindandi.

Av skattligum orsøkum verður eitt luttøkugjald á kr. 200,- tikið.

Teir fyrstu 40 føroyingarnir, sum tekna seg og rinda kr. 200,-, verða partur av arbeiðstoyminum.