Ferðavinna – lokalar skipanir og samskipan
Føroya Landsstýri hevur gjørt av, at vit skulu menna ferðavinnuna í Føroyum. Tað er tí eisini Føroya Landsstýri, ið hevur ábyrgd av at tryggja, at ferðavinnan hevur neyðugu karmarnar at virka undir. Visit Faroe Islands hevur uppgávuna at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland og at seta í verk menningarátøk innan fyri teir karmar, sum løgtingið hevur samtykt. Kommunurnar eru lokalu myndugleikarnir við heimildunum at raðfesta, menna og skipa egin øki í ferðavinnuhøpi.
Til at skapa samanhang millum yvirskipaðar ætlanir og lokalar grundvallir er neyðugt at hava eina felags menningartilgongd, sum kommunur og land skipa síni ferðavinnumál eftir, og sum kann binda saman ynski um ferðavinnulandið Føroyar og tað, økini hvørt sær hava og vilja bjóða vitjandi.
Visit Faroe Islands veitir stuðul og setir í verk landsfevnandi verkætlanir, menningarátøk og førleikamenning fyri vinnu og kommunur. Visit Faroe Islands er ikki ein myndugleiki við formligari avgerðarheimild um ferðavinnu lokalt, tí eru ætlanir treytaðar av samstarvi við lokalar myndugleikar og onnur, ið varða av. Skal hetta arbeiði vera ein samanhangandi tilgongd, ræður tí um, at allir partar kenna og viðurkenna sínámillum uppgávu- og ábyrgdarbýtið, at samstarvspallar verða skipaðir, og at allir partar styrkja seg og taka á seg sín lut í heildini.
Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunufelagið hava í fleiri umførum umrøtt bygnað og ábyrgdarbýtið. Hin 10. november 2022 beyð Visit Faroe Islands tí øllum kommunum og kunningarstovum til fundar at umrøða møguleikar í ferðavinnuni og tær avbjóðingarnar, ið eru við verandi bygnaði. Sum úrslit av umrøðuni á fundinum tók Visit Faroe Islands stig til saman við Kommunufelagnum og kunningarstovunum at lýsa og viðgera verandi lokalu skipanir og uppgávur, sum tær eru í ymisku pørtunum í landinum, og hvørji stig til broytingar og ábøtur neyðugt og skilagott er at gera.
Samanumtikið um batar og broytingar
Tað er ymiskt, hvønn tørv kommunur hava at skipa seg í sambandi við ferðavinnu.
Tað er tí eisini ymiskt, hvussu tær hava skipað seg higartil. Har kommunur hava
valt at samstarva, er eisini ymiskt, hvussu samstørvini eru skipað, hvussu víðfevnd
tey eru, og hvussu tey rigga. Tað er eisini ymiskt, hvussu kommunur raðfesta ferðavinnu. Tí er trupult at finna ein felags kommunalan leist at skipa ferðavinnu, skal kommunala sjálvræðið framhaldandi hava innihald, og virksemið spretta úr lokala jørðildinum – til tess krevst, at frælsi framhaldandi er til at raðfesta og skipa seg í mun til tørv og ynski á staðnum.
Tó eru myndugleikauppgávur, sum kommunur – einsæris ella saman – hava skyldu
til at røkja, og í økjum við nógvum ferðavinnuvirksemi eru hesar uppgávur viðvíkjandi ferðavinnu meira áleikandi enn í økjum við minni virksemi. Neyðugt er, at kommunurnar fáa røttu amboðini at røkja hesar uppgávur munagott.
Er ferðavinna í økinum, eigur kommunan í politisku raðfesting síni at skipa karmar,
so aktørar í økinum kunnu mennast og virka dygdargott. Hetta kann vera ein stór
uppgáva hjá summum kommunum at røkja einsamallar.
Tá ið vit í hesum arbeiði hava umrøtt arbeiðsuppgávur, menning og møguleikar fyri
framburði við kunningarstovur og starvsfólk í vinnuni, eru fleiri á einum máli um, at
okkurt slag av samskapan og heild skal til, skal lokala menningin veruliga bera á mál og starvsfólk trívast í teimum skipanum, sum eru.
Heldur enn at noyða kommunur at samstarva eftir læstum leisti halda vit, at kommunurnar eiga at skipa seg í eitt politiskt og fyrisitingarligt samstarv undir Kommunufelagnum, har tær samskipa sínar lokalu ferðavinnuætlanir og mál – og saman seta út í kortið og raðfesta, hvørji menningarátøk samanlagt eiga at verða raðfest og ment lokalt og millum øki; og at eitt skipað samstarv eigur at vera við innlendis menningardeildina í VFI um ferðavinnumenning og stuðulsjáttanina.