ØKISKORT
Yvirlit yvir framleidd økiskort
Menningardeildin á Visit Faroe Islands framleiðir økiskort til ferðavinnuna í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða, og at kunna um viðkomandi viðurskifti, m.a. trygd í samband við gongutúrar.
Kortini eyðmerkja 7 útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Kortið eyðmerkir eisini týdningarmikil staðarnøvn og bygdagøturnar í økinum.
Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið menningardeildin framleiðir. Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið. Kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna.
Økiskortini hóska eisini væl sum veggjaprýði (sum laminat) ella sum plakatir. Umborð á Smyrli prýðir t.d. vakra Suðuroyggin veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til vitjanina í Suðuroy.
Kortini verða at finna á kunningarstovum, farstøðini, flogvøllinum og øðrum knútapunktum, har nógv ferðandi vitja. Til ber at ogna sær kortini við at venda sær til Visit Faroe Islands ella avvarðandi kunningarstovu