• slider category icon

LANDBÚNAÐARFERÐAVINNA

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin. Sonevnda “agrotourism” ella landbúnaðarferðavinna er kent fyribrigdi aðrastaðni, sum í stuttum snýr seg um at menna tilboð, vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í virkseminum í landbúnaðinum.

Landbúnaðarferðavinna er vorðin viðurkend sum eitt týðandi íkast til burðardyggari landbúnaðarvirksemi, eftirsum hetta er ein møguleiki at betra um raksturin í landbúnaðinum, tað kann hava stóran týdning sum førleikamennandi íkast til bæði bóndagarðar og tey vitjandi, eins og landbúnaðarferðavinna hevur víst seg at hava stóra savningarmegi fyri felagsskapin á staðnum.


Harafturat fer ofta stór góðsku- og vørumenning fram tá ferðavinna og landbúnaður møtast. Besta dømið er matstovuvinnan, ið hevur skapt munandi størri eftirspurning eftir stuttfluttum føroyskum vørum við góðari góðsku. Eftirspurningurin eftir føroyskari ull er eisini í stóran mun grundaður á ferðavinnuna, ið soleiðis er við til at tryggja, at føroyska ullin í alsamt størri mun verður gagnnýtt. 

 

Sí meir um verkætlanina og frágreiðingina frá november 2023 niðanfyri. 

 

Landbúnaðarferðavinna í Føroyum
stytt frágreiðing
LES HER
Landbúnaðarferðavinna í Føroyum
samlað frágreiðing
LES HER