GONGUTÚRASKELTI

Gongutúraskelti kunna um gongutúrar á staðnum. Kunnað verður um túrar í bygdini, til okkurt gott útsýni, hvussu gingið verður niðan í fjøllini og um varða- og bygdagøtur.

Skeltini siga, hvussu langur og tungur túrurin er, hvussu gingið verður, og hvussu túrurin er merktur.
Støddin á skeltinum er 80 x 50 cm.

Eru leiðir, ið ikki eru merktar, letur Visit Faroe Islands steyrar at seta upp. Er talan um varða- ella bygdagøtu, kunnu prestar verða settir ímillum varðarnar. Hvør túrur hevur sín lit. Les meira um uppmerktar varða- og bygdagøtur her.

Bílegging

1) Goym bíleggingarskjøl á telduni.

2) Fyll út bíleggingarskjøl gongutúr fyri gongutúr.

3) Legg kort av bygdini við og vís á, hvar best er at ganga. Umráðandi er at vísa á, hvar skeltið skal standa. P-øki, vesi, útsýnisstaðir o.a. kunnu eisini standa á skeltinum.

4) Savna bíleggingarskølini í ein teldupost og viðmerk “boðskelti + navn á stovni, ið bíleggur” og send til: alda(kurla)visitfaroeislands.com

 

Best er, at bygdarskeltið, ið er yvirlit yvir bygdina, vísir túrin, og at gongutúraskeltið lýsir túrin neyvari.

Til ber eisini at bílaggja rammur til gongutúraskeltini, sí vegleiðin til uppsetan av hesum niðanfyri.

DØMI UM GONGUTÚRASKELTI

BÍLEGGINGARSKJAL
Tak niður bíleggingarskjal til gongutúraskelti
TAK NIÐUR
UPPSETING AV GONGUTÚRASKELTINUM
Tak niður vegleiðing til uppsetan av gongutúraskeltum
TAK NIÐUR

LES MEIRA